Feigdarboðini kendust óverulig, og hevði tú eitt bil kensluna av at verða tikin av fótum.
Karl var maður sum fólk góðu sær far um, ein maður við greiðum sjónarmiðum, ein maður, sum flestu tóku støðu til. Tí er tøgnin, nú Karl er farin, so rámandi.
Karl var serstakliga virdur fyri sítt virki sum formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag. Hann gjørdist nevndarlimur í 1975 og í 1977 formaður, og røkti hann hetta álitisstarv fyrimyndarliga líka til hann nú brádliga andaðist.
Vit eru mong, sum við virðing skoða aftur á sjáldsama góða handalagið hjá Karl í gerandisvirki hansara fyri limir felagsins. Ein maður, sum breyt úr nýggjum, og sum legði lunnar undir nýhugsan í tí virk-semi, hann virkaði og livdi fyri.
Karl var kontroversiellur og samstundis sera sympatiskur. Tí vakti hann positivar kenslur hjá fólki ? kenslur, sum vóru lunnar undir hansara hepnu hond í fakfelagsyrkinum.
Hetta var serliga sjónligt, tá hann stóð á odda fyri ótaldu samráðingunum fjóðringsøldina hann myndaði Havnar Arbeiðsmannafelag. Tað verður sagt um Karl, at hann dugdi avbera væl at skapa eitt hugnaligt og gevandi samráðingarumhvørvi. Soleiðis eydnaðist tað honum, ferð eftir ferð at undirskriva sáttmála vegna sínar limir, uttan at neyðugt var við tiltøkum á arbeiðsmarknaðinum. Ja, onkur hevur tikið til, at arbeiðsgevararnir dámdu at ganga krøvum hansara møti.
Samanumtikið man Karl metast at hava verið millum fremstu og dugnaligastu fakfelagsleiðarar í Føroyum yvirhøvur.
At Karl myndaði Havnar Arbeiðsmannafelag í fjóðringsøld er eisini prógv um, at limirnir hava verið stak væl nøgdir við avrik hansara. Og teir fóru ikki skeivir, tá teir litu á hansara samráðingarhegni.
Ein tann størsti varðin, ið stendur eftir Karl sum formann fyri Havnar Arbeiðsmannafelag, er eftirlønargrunnurin, sum hann megnaði at stovnseta longu í 1983. Henda skipan, sum gjørdi munin fyri verkamannin, tá hann fór um pensiónsaldur. Tað má tí metast stórt spell, at Karl ikki sjálvur kundi njóta úrslitið av hesum stóra átaki, sum hann framdi vegna limir sínar í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Var Karl álitismaður í gerandisdegnum, so var hann eins hugvekjandi at vera saman við í vertskapi. Prátingarsamur og blíður. Harumfarmt skemtingarsamur. Karl fylti nógv, har hann var. Hevði eina fevnandi persónmendsku. Hetta munni ikki minst hansara starvsfelagar sanna.
Tað er við sorgblídni at hesar reglur verða feldar á blað. Við ynski um samhuga til tykkara ? Thea, børnini og familjan annars, sum mist hava, vil eg lýsa frið yvir minnið um undangongu- og hugsjónarmannin Karl Johansen.