Karl Martin: Trúgv upp á tað, Brandur!

? Tað er gott at hava dreymar, at seta sær mál og arbeiða fram ímóti teimum, heldur ein av royndu sangarunum í landinum, Karl Martin Samuelsen, sum eisini byrjaði at upptraðka sum 12 ára gamal

Karl Martin Samuelsen byrjaði sum Brandur Enni at framføra tónleik fyri fólki sum 12 ára gamal. Men tað var á einum øðrum stigi enn nýggja stjørnuskotið.

                      Pallurin var ikki Norðurlandahúsið, men onkur kjallari í Klaksvík, og endamálið var ikki at vinna fram í útlondum, men at savna pengar til eitt trummusett, sum kostaði hundrað krónur.


                      Men dreymarnir, málini og orkan, sum varð løgd í arbeiðið, var tann sama, sum Brandur Enni leggur í sín tónleik.


                      ? Tað er gott at hava dreymar, at seta sær mál og arbeiða fram ímóti teimum. Tað skal Brandur sjálvsagt gera, og hann skal trúgva upp á seg sjálvan, sigur Karl Martin Samuelsen, sum var til konsert við stjørnuskotinum fríggjadagin.


 <?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


Seta sær smá mál


Karl Martin Samuelsen heldur, at framførslan fríggjadagin var merkt av, at tað var fyrsta konsertin av slíkum slagi, og at Brandur ikki hevur so nógvar royndir.


                      ? Men Brandur hevur eitt risastórt potentiali. Hann er ein sjarmerandi og fittur drongur, hann dugir væl at syngja, og hann hevur dirvið og viljan til at fáa nakað burturúr. Skal tú koma nakran vegin, so er tað sera umráðandi, at tú ikki bara hevur evnini, men eisini viljan, og tað hevur Brandur, heldur Karl Martin Samuelsen.


                      Hann hevur sjálvur verið sera íðin tónleikari, síðani hann var ungur drongur. Hann hevur spælt í einum av best umtóktu bólkunum í landinum, Hjarnar,  og teir vóru um reppið at fáa gjøgnumbrot uttanlands fyrst í áttatiárunum.


                      ? Sum tónleikari skalt tú at byrja við seta tær nøkur smá og realistisk mál, sum tú so arbeiðir fyri at náa. Serliga í tí aldrinum, sum Brandur er í, er tað umráðandi, at tú merkir, at tað gongur framá. Tú skal gera framstig, náa nøkrum málum og seta tær nýggj, sigur Karl Martin Samuelsen.


<o:p></o:p>