Í Klaksvík verður altíð tosað nógv um fótbólt, og í hesi vikuni hevur fótbóltsprátið verið øgiligt. Onkur hevur nevnt, at hóast sitandi býráðsformaðurin hevur sitið við stýrisvølin í næstan fimtan ár, so hevur KÍ ongantíð verið FM vinnari í tíðini hjá Jógvani við Keldu. Tá KÍ vann FM í 1991, var Óli Heinesen býráðsformaður.
Millum áskoðararnar verður nógv gjørt fyri at gera karmin um dystin ímóti ÍF so veitslukendan, sum tað ber til, og vit skilja á lagnum, at tað verður skipað fyri onkrum tónleikaligum undirhaldi undan dystarbyrjan.
Vit hava eisini hoyrt um fleiri klaksvíkingar, sum búgva í útlegd, sum ætlaðu sær heim at vera við, tá KÍ vinnur FM heitið.
Bjørnin og skinnið
Svend Jacobsen er formaður í KÍ. Hann sigur, at tapið ímóti B36 sjálvandi hevði við sær, at tað ikki ber til at fyrireika nakað á sama hátt, sum tað hevði verið gjørt, um KÍ hevði vunnið ímóti B36.
? Frá felagsins síðu hava vit enki lagt til rættis, tí vit vilja ikki kann okkum skinnið, áðrenn bjørnin er skotin, men sjálvandi hava vit hugsað um, hvussu vit skulu fara fram, um tað seinnapartin leygardagin verður KÍ, sum fær handað steyp og FM krónur. Í tí sambandinum kann eg siga so mikið, at um tað skuldi komið har til, og tað vóna vit og rokna vit við, at liðið er at megna, so ætla vit, at spælararnir skulu vera í fokus, og at tað skal vera møguleiki fyri hjá viðhaldsfólkunum at heilsa uppá teir. Men hvussu tað akkurát verður, um vit koma so langt, tað fæst nærri at vita um, um KÍ verður FM vinnari.