Fólkaflokkurin skal gloyma alt um at broyta gjaldið til Heilsutrygd.
Tað gjørdi Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, púra greitt í Løgtinginum beint nú.
Hann hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta gjaldið til Heilsutrygd so at tað verður meiri samhaldsfast.
Gjaldið til Heilsutrygd er nú 265 krónur um mánaðin, sama, hvat inntøkan.
Nú skal gjaldið broytast so, at øll rinda eitt fastgjald á 160 krónur um mánaðin og síðani 0,55% av skattskyldugu inntøkuni.
Tað merkir, at øll, sum forvinna minni enn 229.000 krónur um árið, fara at rinda minni í heilsutrygd og øll, sum forvinna yvir 229.000 krónur um árið skulu rinda meiri.
Men Jákup Mikkelsen, formaður fyri tingmanningina hjá Fólkaflokkinum, hevur mutað ímóti og hevur boðað frá, at
Fólkaflokkurin er ímóti at leggja Heilsutrygd inn í skattin.
Men Karsten Hansen ger greitt, at hetta er ein avtala í samgonguna, eisini við Fólkaflokkin, og teir skuldu gloyma alt um at broyta ætlanin aftur.
Upprunaliga var ætlanin, at fasta gjaldið skuldi verða 150 krónur um mánaðin og síðani skuldu øll rinda 0,6% av skattskyldugu inntøkuni afturat.
Men í evstu løtu varð tað fasta gjaldið hækka upp í 160 krónur um gjaldið yvir skattin varð lækkað niður í 0,55%.
- Eg tosaði við Jørgen Niclasen, formann í Fólkaflokkinum og gjørdi honum greitt, at broytingin varð ikki gjørd uttan so, at eg fekk vissu fyri, at uppskotið so verður samtykt, sigur Karsten Hansen.
Tað vissaði Jørgen Niclasen hann um og tískil varð uppskotið lagt fyri Løgtingið.
Jákup Mikkelsen sigur, at einasta, Fólkaflokkurin hevur góðtikið, er, at uppskotið verður lagt fram í Løgtinginum og so skuldi semja finnast um tað í Løgtinginum.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum stendur fast við, at Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins hevur góðtikið ætlanina.
- So tosa um at gera broytingar....gloym tað, segði Karsten Hansen.
Annars staðfesti Brandur Sandoy, at hann tekur ikki undir við málinum, men vil hava tað broytt. Og hann helt, at tað var var nakað víðgongt at sprongja samgonguna fyri eitt mál, sum hetta.