Stóri stríðsmaðurin fyri útróðrarmonnum í Norðoyggjum fall á valinum týsdagin.
Heini O. Heinesen, sum hevur havt 20 virkin ár í landspolitikki, mátti lúta fyri fyrrverandi landsstýrismanninum við fíggjarmálum, Karsten Hansen, tá ið føroyingar settu krossarnar fyrradagin.
Dysturin millum Karsten og Heina gjørdist eyðsýntur á seinasta valið, tá ið Karsten hevði verið landsstýrismaður í fýra ár. Ta ferðina gjørdi Karsten einki við Heina, men hesaferð bragdaði.
? Eg eri ótrúliga glaður fyri valúrslitið. Flokkurin stóð seg betur, enn tey flestu høvdu roknað við, og eg fekk eitt gott persónligt val, sigur Karsten Hansen
? Øll roknaðu vit, at vit fóru at verða teir stóru tapararnir á valinum, men fyri einaferð skyld vendi tað rættan veg hjá okkum. Eg fegnist um, at veljararnir í Norðoyggjum hava stuðlað mær so væl, men vit mugu ikki gloyma tað stóra arbeiðið, sum Heini O. Heinesen hevur gjørt fyri flokkin.
Vent á høvdið
Á løgtingsvalinum í 1998, tá ið rættiligt fullveldisrák var í føroyskum politikki og Tjóðveldisflokkurn stóð sterkur í myndini, hevði Heini O. Heinesen eitt gott persónligt val við 514 atkvøðum. Tá fekk Karsten Hansen, sum framvegis var ókendur í landspolitikki, 146 atkvøður.
Fýra ár seinni ? í 2002 ? var munurin nógv minkaður. Heini fekk 329 atkvøður, meðan Karsten bardi seg upp á 283. Eftir at Karsten hevði verið í miðdeplinum í føroyskum politikki, var spenningur um, hvørt hann fór at taka sessin hjá Heina, men hann snávaði.
Karsten helt fram sum landsstýrismaður við fíggjarmálum, og nú hevur hann fingið størri undirtøku enn nakrantíð.
Á valinum týsdagin leyp Karsten upp í 303 atkvøður, meðan Heini mist stívliga hálvthundrað atkvøður og endaði á 275 persónligum atkvøðum. Harvið smey Karsten sær fram um partamannin í Norðoyggjum.
Nógv ár í politikki
Yrkisleiðin hjá Heina O. Heinesen í politikki byrjaði í 1962, tá ið hann sum 24 ára gamal varð valdur í bygdaráðið í Kunoy, og síðani 1977 hevur hann verið bygdaráðsformaður.
Í 1984 kom Heini fyrstu ferð í løgtingið, og har hevur hann sitið síðani. Hann hevur røkt nógvar álitissessir, hóast hann ikki hevur verið landsstýrismaður. Hann hevur eitt nú verið formaður í Tjóðveldisflokkinum og formaður í landsstýrismálanevndini og vinnunevndini hjá løgtinginum.
Hetta er fyrstu ferð, at Karsten Hansen er valdur í løgtingið, men hann hevur verið virkin politikari í nógv ár. Hann hevur sitið í býráðnum í Klaksvík og var í nøkur ár varaborgarstjóri hjá Jógvani við Keldu.
Karsten hevur seinastu seks árini røkt starvið sum landsstýrismaður við fíggjarmálum, og tað hevur rættiliga sett hann í andglettin í føroyskum politikki.
Karsten fram í oddan
Karsten Hansen hevur verið førdur nógv fram í valstríðnum hjá Tjóðveldisflokkinum, samstundis sum Heini O. Heinesen hevur havt ein meira avmarkaðan leiklut.
Har ið Karsten ikki hevur verið sjálvur við í kjaki, hevur hann ofta verið nevndur í kjakinum sum landsstýrismaðurin, ið situr tung á landskassanum, og bæði formaðurin í Tjóðveldisflokkinum og onnur hava støðugt nevnt Karsten Hansen í valstríðnum.
? Eg havi havt hóming av, at Tjóðveldisflokkurin hevur brúkt meg nógv í valstríðnum, og hóast fólk við góðari útbúgving hava roynt at vent fíggjarpolitikkin og búskaparstøðuna í landinum á høvdið, so hava fólk ikki góðtikið tað. Veljarin er ikki býttur, sigur Karsten Hansen.
Hann dugir ikki at meta um, hvørt tað verður broyting í tjóðveldisumboðanini fyri Norðoyggjar, nú hann er komin á ting.
? Eg havi tikið undir við nógvum av sjónarmiðnum hjá Heina, og tað er umráðandi at vit hava eina greiða støðu mótvegis okkara høvuðsvinnu. Eg veit ikki, um tað verður nøkur broyting, nú eg skal í løgtingið fyri Heina, men fyrst mugu vit síggja, hvat kemur burturúr nú eftir valið, og hvønn leiklut eg og flokkurin skulu hava, sigur Karsten Hansen.
Vit royndu at fáa eina viðmerking frá Heina O. Heinesen fyrrapartin í gjár, men hann var ikki til at fáa fatur á.