Kartin Høgnesen kallar seg sjálvan fyrrverandi samkyndur, tí í 2005 valdi hann ikki longur at vera samkyndur, men ístaðin at liva sum heteroseksuellur.
- Tú kanst siga, at eg eri so mikið sterkur í míni trúgv, at eg havi valt at seta mínar egnu tankar og kenslur sum samkyndur til viks. Og so líðandi eru kenslurnar, sum eg fyrr hevði fyri mannfólki, blivnar minni og minni.
Soleiðis sigur 28 ára gamli Kartin Høgnesen. Dagliga starvast hann sum hárfríðkari og hevur sína egnu hárfríðkanarstovu í Leirvík. Afturat arbeiðinum er hann virkin innan ungdómsarbeiði í Missiónshúsinum í Leirvík.
- Tilgongdin frá at vera samkyndur til heteroseksuellur var alt annað enn løtt fyrstu tíðina, men eg merki nú sjálvur, at eg havi tikið rætta valið við at vraka gamla lívið og kenslurnar sum samkyndur, sigur Kartin Høgnesen.
Dreingir vóru hugtakandi
Longu sum heilt ungur hevði Kartin Høgnesen serligan áhuga fyri dreingjum. Kenslurnar fyri sama kyni byrjaðu av álvara at gera vart við seg, tá hann var umleið 11 ára gamal.
- Sum barn treivst best saman við gentum, og eg spældi eisini so at siga bara við gentur. Tað var bara okkurt annað og okkurt serligt við dreingjum, og mær dámdi teir væl, tí teir vóru bara av eini ella aðrari orsøk áhugaverdir, sigur Kartin Høgnesen og heldur fram:
- Eg minnist væl, at eg ynskti fleiri ferðir, at kenslurnar fyri dreingjum ikki vóru har, men tær hvurvu ikki. Haldi at tær vuksu bara, so hvørt eg bleiv eldri, greiðir Kartin Høgnesen frá.
Tá hann gekk í 7. flokki minnist hann væl, at genturnar fóru at hyggja eftir dreingjunum, og dreingirnir hugdu eftir gentunum. Hjá Kartin Høgnesen var annarleiðis.
- Tá hugdi eg eftir dreingjunum. Teir hugtóku meg bara upp á ein heilt annan máta, enn hvat genturnar gjørdu, og eg bleiv meir enn einaferð forelskaður í onkrum drongi, fortelur Kartin Høgnesen.
Hann fortaldi ongantíð vinkonunum ella familjuni um kenslurnar, hann hevði fyri dreingjum, tí eingin skuldi vita, at hann var samkyndur.
- Eg minnist, at tað var ringt ikki at fortelja tað fyri nøkrum. Sjálvur kendi eg ongan samkyndan, og eg helt heldur ikki, at mann kundi vera samkyndur yvirhøvur, so eg royndi bara ikki at hugsa so nógv um tað, sigur Kartin Høgnesen.
Í 10. flokki var hann tó als ikki í iva.
- Kenslurnar blivu við at vera har, og so visti eg bara, at eg var samkyndur, og tað var onkursvegna ein lætti, tá eg líkasum kundi siga við meg sjálvan, at eg var veruliga samkyndur.
Tosaðu ikki um tað
Tað gekk eitt ár, áðrenn Kartin Høgnesen fortaldi nøkrum, at hann var samkyndur. Eingin skuldi vita nakað, og hann gjørdi alt, hann kundi fyri at goyma veruleikan.
- Eg haldi, at fólkini rundan um meg vistu, at okkurt var, men tey spurdu meg ongantíð, sigur Kartin Høgnesen, sum minnist, hvussu hann royndi at hugsavna seg um onnur ting, fyri ikki at hugsa ov nógv um at hann var samkyndur.
- Tað fyrsta árið, eg var í læru sum hárfríðkari, minnist eg væl, at eg tók alt ov nógv arbeiði uppá meg. Afturat vanliga arbeiðinum undirvísti eg í fimleiki, hevði onkrar vaktir á Statoilstøðini í Leirvík, og hevði eisini eina hárfríðkanarstovu sjálvur, og har arbeiddi eg ofta til seint út á kvøldini, fortelur Kartin Høgnesen og heldur fram:
- Men tað, at eg gekk einsamallur og hugsaði um, hvørt tað var rætt ella skeivt at vera samkyndur, fyllti ógvuliga nógv, og eg bleiv bæði sálarliga og kropsliga illa fyri av at halda upp á mítt loyndarmál, at eg var samkyndur, greiðir Kartin Høgnesen frá.
Hann fortaldi fyrst eini vinkonu, at hann var samkyndur, og so líðandi fingu onnur vinfólk og familjan tað at vita.
- Eg var sindur nervøsur fyri, hvat familjan fór at siga, men tey tóku tað øll pent. Vit tosaðu ikki sum so um tað, eftir at tey høvdu fingið at vita, at eg var samkyndur, men tey vóru framvegis eins góð við meg, og tey altíð hava verið, sigur Kartin Høgnesen.
Legði lívið um
Tíðina hereftir livdi hann alment sum samkyndur.
- Øll vistu tað, men tað var ikki soleiðis, at eg líkasum reklameraði við tí. Eg fór í býin við vinkonunum og so framvegis og kom eisini í samband við onkur mannfólk, ið vóru sum eg, men tað bleiv ongantíð til meir enn prát, sigur Kartin Høgnesen, sum sigur seg kenna orsøkin, at hann til dømis ongantíð hevði ein unnusta.
- Eg hugsaði altíð, hvat Bíblian sigur um slíkt, og tað gjørdi, at eg ongantíð kendi meg heilt væl sum samkyndur, sigur Kartin Høgnesen, sum tó vísir á, at hann ongantíð bleiv trýstur av familju ella vinfólki í missiónshúsinum í Leirvík.
- Eg gekk framvegis í Missiónshúsinum, og hóast øll vistu, at eg var komin úr skápinum, so søgdu tey einki við meg, og eg merkti ongantíð nakað keðiligt, staðfestir Kartin Høgnesen.
Tað var á einum missiónstúri í Ísrael, at Kartin Høgnesen brádliga valdi at broyta lívsførslu.
- Á einum møti fór eg á knæ og bað um hjálp, tí eg føldi knappliga, at tað ikki var rætt at vera samkyndur. Alt broyttist tá, og síðani havi eg valt at liva sum heteroseksuellur.
Er varin í dag
Seinastu árini hevur Kartin Høgnesen liva sum heteroseksuellur, og hann sigur seg enntá hava fingið kenslur fyri konufólkum aftur.
- Homoseksualitetur er ikki ein sjúka og eg haldi heldur ikki, at tað er viðføtt. Eg haldi, at tað í stóran mun er umhvørvi, sum ger, at tú fært hesar kenslurnar, sigur Kartin Høgnesen.
At hann nú livir sum heteroseksuellur, heldur hann ikki merkir, at hann møguliga er tvíkyndur.
- Tað eri ikki. Eg kenni meg sum hetero í dag, og eg havi ongar ætlanir um at blíva samkyndur aftur, tí eg veit, at tað er skeivt, tí tað stendur í Bíbliuni, at tann aktiviteturin er skeivur, greiðir Kartin Høgnesen frá.
Hóast hann sigur, at kenslurnar og hugurin á mannfólkum eru burtur, so er hann tilvitaður um sína fortíð sum samkyndur.
- Tað snýr seg um at halda fokus, og mítt fokus er á eitt lív, har trúgvin hevur hægstu raðfestingina. Tað er komið fyri, at eg havi merkt, at eg eri blivin freistaður og mintur á tað gamla lívið. Um eg til dømis síggi ein drong ella okkurt ting, sum minnir meg sum lívið sum samkyndur, vendi eg mær við ella gangi avstað. Somuleiðis royni eg ikki at útseta meg fyri nøkrum, ið kann leiða tankarnar tann skeiva vegin, og eitt nú fari eg ikki í brúsu í umklæðingarrúminum hjá monnum, tá eg havi verið og vant, sigur Kartin Høgnesen.
- Eg havi tikið eitt val um ikki at vera samkyndur. Tað skal snúgva seg um Gud og mína trúgv. Ikki mínar lystir, sigur Kartin Høgnesen.
Fakta:
Navn: Kartin Høgnesen
Aldur: 28 ár
Útbúgving: Hárfríðkari
Bústaður: Leirvík