Kartni fekk “nýggj” eygu í Íslandi

- Eg eri sera fegin um viðgerðina í Íslandi. Nú síggi eg so væl við vinstra eyga, sum eg ongantíð hava gjørt áður. Høgra eyga er eisini munandi betur, og tað er bara, tá eg taki okkurt serstakt uppí hondina, at eg taki brillurnar uppá. Nú kann eg ganga úti í regni og inni í dampi – uttan nakrar sum helst trupulleikar, sigur 63 ára gamli Kartni Olsen

Sjón

 

63 ára gamli umsjónarmaðurin, Kartni Olsen, er ein av mongum føroyingum, sum hevur í Íslandi og hevur fingið Lasersjón at viðgjørt sær eyguni. Onnur hava verið í øðrum londum í somu ørindum og sum skilst, eru mong – og helst tey allar flestu - væl nøgd við úrslitið.

Tað serliga við viðgerðini í Íslandi er, at hon nú er vorðin nógv bíligari, enn hon hevur verið. Orsøkin er, at íslendska krónan er lág, og hetta hevur eisini verið viðvirkandi til, at fleiri og fleiri føroyingar, sum hava trupulleikar við eygunum, nú leita sær til Íslands.

Fyri nøkrum árum síðan kostaði ein slik viðgerð hjá Lasersjón einar 25.000 krónur, men í dag kostar hon bert helmingin av hesum.

- Eg veit, at grannafólk hjá okkum hava goldið einar 25.000 krónur fyri viðgerðina, men eg fekk mína fyri einans 12.500 krónur, sigur Kartni Olsen, sum er sera fegin um, at hann ikki lurtaði eftir eygnalæknanum, men tók av hesum møguleika seinnapartin í november síðsta ár.

Hevði hann fylgt ráðunum hjá eygnalæknanum, hevði hann ongantíð fingið hesa viðgerð og hevði tískil heldur ikki sloppið av við brillurnar.

Hjá Lasersjón í Íslandi funnu tey eisini út av, at Kartni hevði havt ein blóðtøpp í øðrum eyganum.

 

Føddur við brillum

- Eg kann siga, at eg eri føddur við brillum og fekk mínar fyrstu brillur sum seks ára gamal. Brillurnar hava mangan verið mær ein stórur trupulleiki gjøgnum árini. Eg hevði eisini stóran bygningsfeil sum gjørdi, at eg var vorðin vaksin, áðrenn optikarin fann røttu gløsini til míni eygu. Hvørja ferð, eg skifti gløsini, var torført at raka “sentrum” aftur, sum hann tekur til.

Kartni sigur, at hvørja ferð hann fekk nýggj brillugløs, kundi hann slett einki gera tann fyrsta dagin.

- Míni eygu vóru so serstøk og trupul, at eg noyddist at leggja meg í seingina, áðrenn eg tók nýggju brillurnar uppá. Tá eg hevði fingið náttarsvøvn, byrjaðu eyguni so smátt at fokusera í nýggju brillunum dagin eftir, og tá kundi eg aftur koyra vil. At taka tær gomlu uppá aftur, nyttaði heldur einki.

Øll vita, at tað tekur sína tíð at sleppa til eygnalækna í Føroyum, og tá Kartni eisini hevði fingið so ilt í høgra eyga, vendi hann sær aftur til optikaran.

- Eg segði honum, at okkurt var galið við høgra eyga, tí eg sá bara minni og minni við tí, samstundis sum eg hevði pínu í eyganum. Optikarin segði, at hann kundi ikki senda meg til eygnalæknan uttan so, at tað var akut, og tað var tað ikki hjá mær, legði hann aftrat.

 

Mælti frá viðgerð

Kartni ringdi nú sjálvur og bað um tíð hjá eygnalækna, og har slapp hann fram at í apríl ella mai mánaða í fjør – eftir at hava bíðað í umleið eitt hálvt ár.

- Eg haldi, at tað er rætt av fólki, sum hava ring ella serstøk eygu, at fara til eygnalækna av og á fyri at kanna eyguni. Men eygnalæknin segði, at eygu míni vóru fín eftir umstøðunum.

Tað var, meðan hann var hjá eygnalækna, at Kartni bar upp á mál møguleikarnar at fáa serliga viðgerð fyri eyguni, so hann kundi koma at síggja betri – og kanska sleppa av við brillurnar, um hann var heppin.

- Eg hevði hoyrt um, at fólk høvdu verið í øðrum londum og høvdu fingið viðgerð fyri eyguni, sum hevði hjálp teimum væl. Men eygnalæknin vissaði meg um, at eg var ov gamal til slíka viðgerð – og at einki kundi gerast við eyguni. Eygnalæknin vísti á, at eg hevði stóran bygningsfeil og við viðgerð fór eg at missa balansan.

Kartni sigur, at eygnalæknin soleiðis fráráddi sær at gera nakað við eyguni.

- Sum tíðin gekk, og eg fór at síggja verri og verri við høgra eyga, eins og eg framhaldand hevði pínu, fór eg at enda at halda, at tá eygnalæknin segði, at einki var galið við høgra eyga – ja, so mátti tað vera galið við mær sjálvum.

 

Kartni tók stigið

Tað var meira av tilvild, at Kartni fekk skumpið og tók stigið at fara til Íslands at fáa sær viðgerð fyri eyguni.

- Eg møtti einum hvalbingi á Gummibátatænastuni í oktober í fjør. Tá hevði eg meira og minni sligið meg til tols við, at einki var at gera, tó at eg framvegis ikki hevði tað gott í høgra eyga. Eg var soleiðis í eini ógvuliga keðiligari støðu.

Kartni sær nú, at hvalbingurin, sum annars plagdi at hava brillur, nú knappliga ongar brillur hevði. Hann spurdi tí, hvat hann hevði gjørt.

- Jú, hvalbingurin hevði verið hjá Lasersjón í Íslandi, har hann hevði fingið viðgerð fyri eyguni. Eg sigi nú, at eg eisini hevði hugsað um Ísland, men at eygnalæknin hevði rátt mær frá at fara hagar, tí einki kundi gerast við míni eygu. Sovorðið hundans tvætl, sigur hvalbingurin tá. Hann hevði nevniliga fingið at vita, at viðgerðin kundi hjálpa næstan øllum, sum hava trupulleikar við eygunum.

Kartni sigur, at hvalbingurin beinanvegin hjálpti sær í samband við Lasersjón, og eitt nú fingu teir sent reseptina hjá optikaranum yvir hagar.

- Longu dagin eftir var svar komið úr Íslandi, har tey søgdu, at eg var ein góður “kandidatur” til hesa viðgerð. Tey bjóðaðu mær yvir at fáa eyguni kannaði, og tað var ikki sørt, at eg fekk ilt í búkin og gjørdist ivingarsamur, nú eygnalæknin hevði rátt mær frá at fara.

Í Íslandi søgdu tey, at Kartni kundi koma yvir, um hann hevði hug, og tá tað lá fyri hjá honum.

- Eg fekk nøkur pappír sendandi, sum eg skuldi fylla út, og í Íslandi søgdu tey nú, at eg kundi koma, tá eg vildi.

Teir fyrstu fjúrtan dagarnar eftir hetta lá ikki fyri hjá honum at fara, og hann ætlaði ikki, at viðgerðin skuldi gerast í desember.

- Eg fór tí yvir til Íslands 17. november í fjør. Annan dagin eftir fór eg til kanningar, triðja dagin fekk eg viðgerðina, og fjórða dagin var eg til eina eftirkanning, har tey søgdu, at viðgerðin var væl eydnað.

 

Blóðtøppur í eyganum

Kanningarnar hjá Lasersjón í Íslandi vístu, at Kartni hevði havt ein blóðtøpp í høgra eyga, og tað var haðani, at pínan og versnaða sjónin stavaðu. Eygað var illa farið av hesum. Men hetta hevði eygnalæknin í Føroyum einki sagt um.

- Tað, sum gjørdi meg serliga róligan í Íslandi, var, at tú fekst eina sera neyva og gjølliga frágreiðina um alt, sum fór at fara fram. Haraftrat kundi tú seta allar hugsandi og óhugsandi spurningar. Áðrenn sjálv viðgerðin fór í gongd, undirskrivaði eg eitt pappír sum segði, at eg tók av tilboðnum, og at ábyrgdin var mín.

Undan viðgerðini fekk Kartni eina tablett at leggja undir tunguna, sum skuldi gera hann avslappaðan undir viðgerðini, sum kortini tók lítla og onga tíð.

- Vit tosaðu fyrst saman um, hvussu fram skuldi farast við eygunum, og vit vóru samdir um, at eg skuldi sleppa at síggja langt við vinstra eyga – og lesa við høgra. Sjálv viðgerðin tók bert nøkur fá sekund. Á Lasersjón søgdu tey, at tað, tey ikki kundu gera í dag, kundu tey gera í morgin, tí menningin á økinum er so stór.

Kartni hevði ta kenslu, at teir, sum viðgjørdu eygu hansara, vóru sera dugnaligir, og hann kendi seg væl, bæði fyri viðgerðina og undir sjálvari viðgerðini.

- Undir viðgerðini hølvaðu teir av eygnahinnuni og síðan laserviðgjørdu teir eyguni. Teir hólvaðu tvær ferðir og viðgjørdu eyguni tvær ferðir við strálum. Tú fylgir einum reyðum prikki omanfyri høvdið á tær, og her ræður um at halda eyguni eftir prikkinum, sum er laserstrálan.

Kartni sigur, at viðgerðin var ikki óbehagilig, men hann føldi eitt sindur, tá teir settu instrumentið inn, sum hølvaði av hinnuni, tó ikki stórvegis.

- Eg vil siga, at ongum nýtist at halda seg aftur, tí viðgerðin er óbehagilig. Tað er hon ikki. Eina slíka viðgerð kunnu øll fara ígjøgnum – uttan at hugsa um nevniverda pínu, sigur hann.

 

Sera fegin

Um kvøldið hevði Kartni tað ikki so gott í eygunum. Tað var, sum hevði hann “sveisaraeygu”, men longu morgunin eftir var øll pína burtur, og tá tey komu heimaftur úr Íslandi við flogfarið, koyrdi hann sum ein royk bilin úr Vágum og til Havnar.

Kona Kartna var eisini við í Íslandi. Eyguni hjá henni eru rímiliga góð, tó at hon las við brillum. Meðan tey kortini vóru har yviri, fekk hon eisini minni viðgerð sum gjørdi, at hon eisini slapp av við brillurnar.

- Eg eri sera fegin um viðgerðina. Nú síggi eg so væl við vinstra eyga, sum eg ongantíð hava gjørt áður. Høgra eyga er eisini munandi betur, og tað er bara, tá eg taki okkurt serstakt uppí hondina, at eg taki brillurnar uppá. Nú kann eg ganga úti í regni og inni í dampi – uttan nakrar sum helst trupulleikar, sigur Kartni Olsen.