Nes kommuna, Sjóvar kommuna og Runavíkar kommuna umsita í felag barnaverndina í økinum við Skálafjørðin. Nú húsast barnaverndin í húsunum, sum Símun og konan Karla í sínari tíð bygdu úti við Toftavatn.
Tað er Roðin, ið er eldrasamtakið hjá somu kommunum, sum eigur húsini.
Jenny Petersen, sum hevur starvast hjá barnaverndini í 18 ár, hevur verið leiðari síðan 1. mai 2021. Hon hevur nú valt at taka við øðrum avbjóðingum.
- Tí hevur verið søkt eftir nýggjum leiðara. Setanarnevndin, sum var mannað við eitt nú borgarstjórunum í teimum trimum kommununum, innstillaði einmælt Katrina Dam til starvið sum leiðari.
Og tikið var undir við hesum í avvarðandi kommununum.
- Katrin Dam er 34 ára gomul. Í 2020 varð hon útbúgvin sum sosialráðgevi frá Professionsháskúlanum Absalon í Slagelse í Danmark og var annars júst byrjað í starvi hjá Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin.
Kommunurnar í barnaverndarsamstarvinum vísa á, at tey fyrstu trý árini eftir lokna útbúgving starvaðist Katrin Dam sum sosialráðgevi á familjudeildini á Amager í Danmark.
Í samband við vaktarskiftið í Barnaverndini við Skálafjørðin varð skipað fyri hugnaligari samkomu í dag. Jenny Petersen takkaði fyri tíðina og ynskti avloysaranum hepna hond og bestu eydnu í starvinum.
Vegna kommunurnar í samstarvinum takkaði Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, Jenny Petersen fyri trygga leiðslu og gott samstarv. Samstundis ynskti hann vegna kommunurnar Katrini Dam blíðan byr í nýggja og ábyrgdarfulla starvinum.