Katrin er vorðin doktari í náttúruvísindi

22. februar vardi Katrin Eivindardóttir Danielsen ph.d. ritgerð við University College London í Onglandi.

 

Ritgerðin ber heitið “Cell cycle heterogeneity as a regulator of neuroepithelial bending during neural tube closure”. Ritgerðin snýr seg um, hvønn leiklut ein bólkur av kyknu ringrás regulatorum hevur í menningini av heilanum og nervalagnum fyrstu 5 vikurnar í móðurlívinum.

 

Granskingin varð grundað á kanningar í músafostrum og varð gjørd á The Institute of Child Health, UCL.

 

Verjan, ið vardi góðar 3 tímar, gekk væl og endaliga ritgerðin varð formliga góðkend eftir smáar rættingar, eins og vanligt er í Bretlandi.

 

Vegleiðarar vóru Andrew J. Copp og Nicholas D.E. Greene, professarar á Institute of Child Health, UCL.

 

Opponentar vóru Marysia Placzek, professari í Developmental Neurobiology, University of Sheffield og Alan Burns, doktari frá UCL.