Hon er nú í semifinaluni í HM, tí saman við donsku bátsfelaga vann hon fyrstu kappingina í HM í rógving í dag Tann fyrsti dagurin í HM í rógving í Luzern, royndust væl hjá Katrini Olsen og bátsfelaga hennara í tí danska lættvekts dupult-scullaranum.
Við sigri í dag hava tær nevniliga róð seg í hálvifinaluna.
Tær vístu sostatt at sigurin í fyrsta HM í Linz ikki var av tilvild. Í innleiðandi kappingini í dag, kappaðust Katrin og hinar tríggjar við Kanada og Italia um tey bæði plássini í hálvfinaluni. Men í endaspurtinum gjørdu tær bart og komu fyrstar á mál í bestu tíðini í dag, sum var 7.08,03