Kaupthing hevði hall

 
Roknskapurin hjá Kaupthing Virðisbrævameklarafelag P/F er almannakunngjørdur, og hann vísir eitt hall á 298.000 krónur. Hetta skrivar heimasíðan hjá Føroya Sparikassa. Kaupthing sigur í tíðindaskrivi, at úrslitið er ikki nøktandi.
 - Men nógv virksemi hevur verið í felagnum og alt bendir á, at seinna hálvár verður munandi betri, stendur at lesa.Føroya Sparikassi eigur stóran part av Kaupthing í Føroyum. Føroyski bankin eigur 49 prosent av íslendska felagnum.