Kaupthing-milliónir ov lítið

Á tíðindafundinum í kvøld kundi Odd Bjellvåg boða frá, at hann seinnapartin hevði fingið tilsøgn frá Kaupthing í Íslandi upp á 600 milliónir krónur. Leiðslan í Eik Banka kennir seg illa viðfarna av Fíggjareftirlitinum.

- Tað er ógjørligt at ímynda sær, at um Danske Bank og Nordea í senn komu í somu fíggjarligu støðu sum Eik Banki, at donsku peningastovnarnir bert høvdu fingið 57 tímar at funnið íleggjarar til tað, sum svarar til 20% av danska BTÚ, segði Odd Bjellvåg.

Tað kom annars sum ein saltvatnsinnspræning, tá boð komu ú Íslandi seinnapartin í dag um, at Kaupthing Bank vildi geva tilsøgn um 600 milliónir í kapitali.

- Treytirnar vóru tó tær somu, sum TF Holding setti, nevniliga at peningurin skuldi nýtast at bjarga føroyska partinum av Eik Banka samtakinum, sigur Odd Bjellvåg.

Men hetta gjørdist alt til fánýtis, tí tað, sum lat seg gera politiskt og juridiskt mánadagin, var ógjørligt hósdagin, nevniliga at skilja partin í Føroyum frá partinum í Danmark.

Tilboðið úr Íslandi vísti seg tí at verða ov lítið ov seint.