Kaupthing-oddamenn leyslatnir

Vórðu dømdir til fleiri ára fongsulsrevsing, men verða leyslatnir eftir einans einum ári.

Tríggir av oddamonnunum í gamla Kaupthing banka, sum í fjør vórðu dømdir til millum fýra til fimm ára fongsulsrevsing, eru í dag leyslatnir, einans eitt ár aftaná dómin.


Talan er um Magnús Guðmundsson, ið var nevndarformaður í Kaupthing Luxembourg, Ólafur Ólafsson, ið var næststørsti partaeigarin í Kaupthing, og Sigurður Einarsson, ið var stjóri í Kaupthing.


Teir tríggir eru leyslatnir aftaná, at Altingið samtykti eina nýggja lóg viðvíkjandi hægst loyvdu revsing fyri fíggjarlig brotsverk. Nýggja lógin kom í gildi 1. apríl.


Heilt fríir sleppa teir tó ikki. Allir tríggir verða elektroniskt merktir, so at løgreglan fær hildið eftirlit við teimum.