At kanna tara er ivaleyst ikki tað, ið leggur teim flestu fremst í huga. Tarin er har og hevur verið tað leingi. So leingi brot um klettar slær verður tarin helst eisni.
Og hvat so?, spyrja helst mong.
Tað gjørdi Agnes Mols Mortensen av Tvøroyri eisini. Men hon tók spurningin í álava og setti sær fyri at kannað hetta nærri.
Agnes M. Mortensen hevur kavaraprógv og hevur kavað í nøkur ár. Hetta frítíðarítriv hevur hon sett saman við lestri sínum. Hon hevur í tvey ár lisið lívfrøði í Keypmannahavn. Síðsta árið hevur hon lisið á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hetta var liður í ætlanini at tvinna saman áhugan fyri kavaraítrivinum og tara.
Nú hevur hon skrivað BS-ritgerð um tara í Føroyum. Hon hevur kavað ymsar staðir í Suðuroynni í arbeiðinum at kanna og skriva um ymsik viðurskifti viðvíkjandi tarasamfeløgunum.
Tvey sjáldsom sløg
BS-uppgávan hjá Agnes ber heitið Sublittoral tarasamfeløg í Suðuroy. Trý pláss við ymiskari styrki á aldubrotum.
Kanningararbeiðið var skipað soleiðis, at kavað varð 3 ymisk støð í Suðuroynni. Støðini valdi Agnes útfrá eksponeringsgradini, aldustyrkini. Kavað, kannað og savnð varð á 5, 10 og 15 metra dýpi. Hugt var eftir slagsamanseting og hvussu nógv ymsu sløgini fyltu í økinum. Eisini býtið milum grøn-, reyð- og brúntara varð kannað.
Støðini vóru vald soleiðis, at tey nevndust vart, miðal og ábart. Á Tvøroyri var eitt stað, ið var vart, tað vil siga sera stilt. Á Marknoyri í Vági var meira alda, miðal. Við Prestgjógv í Famjin var meira alda, havalda, og var tað ábart, tað vil siga sera nógv alda. Á hvørjum stað vóru so fleiri støðir, har hugt var at eftir ymsu viðurskiftunum.
Eitt taraslag fanst bert í varda staðnum. Tað var Laminaria faroensis.
Eisini varð komið fram á tvey heldur sjáldsom tarasløg, sum bert eru skrásett einaferð áður í Føroyum. Sløgini eru Aglaothamnion bitinatum, funnin í Vági, og Tilopteris mertensii,, ið varð funnin á Tvøroyri.
Agnes fann eisini útav, at á eksponeraðu støðunum, við nógvari aldu, vaks væl í dýpinum. Á varda staðnum var nærum einki á 10 metra dýpi. Ein frágreiðing er, at botnurin er bleytur á varda staðnum og tari veksur á hørðum botni, tí hann skal hava okkurt at halda fast í. Tari upptekur føði ígjøgnum bløðini. Eisini ger tað seg galdandi, at er ikki útskifting í sjónum, so eru nógvir partiklar og harvið lítið ljós, og so eru vakstrarmøguleikarnir minni, størri dýpið er.
Sostatt vóru sera góðir møguleikar, har ábart var, nevniliga í Famjin. Har er hartil klettur, so líkindini hjá tara eru góð.
Kanningarnar fóru bert fram í sonevndu sublittorala økinum. Hetta hevur við flóð og fjøru at gera og merkir, at kannað varð bert frá tí stað, har vatnskorpan er, tá fjøra er, og niðureftir.
Kavar sjálv
Agnes M. Mortensen sigur, at aðrar kanningar eru gjørdar áður, og at hennara kanningar tí í sær sjálvum ikki eru slóðbrótandi. Men stuttligt er at merkja sær, at tvey sjáldsom tarasløg eru skrásett og at funnið er útav ymsum nýggjum viðvíkjandi málsetniginum við uppgávuni, tað vil siga samanburði millum ymsu støðini, ið jú vóru ólík.
Agnes nevnir umfatandi kanningarnar hjá Bio-far í áttatiárunum og aðra kanning, ið gjørd var fyri fáum árum síðani.
Agnes sigur, at orsøkin til, at hon valdi at hesa uppgávuna var, at áhugin fyri tara er til staðar og at gyltur møguleiki so eisini var at tvinna saman lesna og ítriv. Agnes er nevniliga kavari í frítíðini og tók fyri nøkrum árum síðani kavaraskeið.
Um orsøkina til valdu støðini sigur Agnes, at tað fall náttúrligt at velja Suðuroynna, har hon hevur sínar røtur.
Agnes hevur lisið lívfrøði við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn í tvey ár og hevur so tikið eitt ár í Føroyum og skrivað BS-uppgávu sína. Hetta merkir, at hon er liðug við fyrsta partin av útbúgvingini.
Úr føroyska taraskóginum gongur leiðin so aftur til Danmarkar, har síðsrtu 2 árini av útbúgvingini bíða og so sjálv kandidat uppgávan.
Ætlandi tekur Agnes hesi tvey árini nú komndi tvey árini og skrivar høvuðsuppgávnua, men um tað gongst sum ætlað, tað fáa vit at síggja, sigur Agnes Mols Mortensen, kavari, serfrøðingur í tara og lívfrøðingur.
Uppgávan hjá Agnes kann lesast á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum við at trýsta á www. sleipnir.fo/setur/nvd/bs_uppg/tari.html