Kavbátur fermdur við rúsevni

Skip hjá herflotanum í Guatemala hava tikið ein kavbát, sum var fermdur við fimm tonsum av rúsevninum kokain. Amerikonsku rúsevnamyndugleikarnir kunnaðu herflotan í Guatemala um tann 55 føtur langa kavbátin , sum bleiv steðgaður úti fyri guatemalsku kyrrahavsstrondini. Manningin, fýra menn úr Kolombia, eru settir í varðhald.

Rúsevnaharkalið í Suðuramerika senda á hvørjum ári fleiri hundrað tons av kokaini til USA, og í seinastuni eru harkaliðini farin at brúka kavbátar at flyta rúsevnini við.

Í oktober í fjør bleiv eitt kavbátur við 10 tonsum tikin úti fyri strondini í Guatemala, og í síðstu viku boðaðu myndugleikarnir í Ekvador frá, at teir høvdu funnið ein heimagjørdan kavbát nærhendis markinum til Kolombia.