Kavi í dag og í morgin

Køld luft streymar framvegis yvir Føroyar av norðri. Út á vikuna mennist eitt lágtrýst yvir bretsku oyggjunum og Norðurhavinum.

 

Í dag verður sum frá líður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og vátaslettings-, kava- ella heglingsæl og hitin um frostmarkið og 3 hitastig.

 

Í morgin makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, og út á dagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Alt døgnið verður samdrigið og kavaæl og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig, um náttina niður í nøkur kuldastig.

 

Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 2 og 5 stig, um náttina niður í frostmarkið í støðum.

 

Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, um náttina upp í strúk í vindi, 13 m/s. Samdrigið og okkurt ælið. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.

 

Leygardagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og nakað av regni. Hitin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.

 

Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s og regn, seinni stívt andøvsgul av útsynningi og vestri og tað klárar í. Hitin millum 5 og 8.