Nógvi kavin, ið hevur lagt seg kring landið, hevur eisini rakt Strandfaraskip Landsins í morgun.
Tríggjar bussleiðir eru avlýstar í morgun, og eru tær leið 100, 300 og 400.
Leið 100 er bussleiðin Tórshavn – Vestmanna.
Leið 300 er bussleiðin Tórshavn – Flogvøllurin – Sørvágur.
Leið 400 er bussleiðin Tórshavn – Klaksvík.
At talan er um sera ring koyrilíkindi sæst eisini aftur á heimasíðuni hjá Landsverk, har serliga verður ávarað um ring koyrilíkindi á Vestmannavegnum, Oyndarfjarðarvegnum og við Norðskálatunlinum.

Kavin darvar Strandferðsluna





