Kavin órógvaði ferðsluna seinnapartin í gjár

Nógvur kavi kom niður seinnapartin í gjár, og tað órógvaði bæði ferðslu og kavarudding

Ein bilur fór út av landsvegnum millum brúnna um Streymin og Nesvík fyrrapartin í gjár. Men har var eingin fólkaskaði, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Eitt ferðsluóhapp var í Havn í gjár, har ein bilur ikki helt sína víkiskyldu. Men talan var ikkum fólkaskaða og bert um lítlan materiellan skaða, sigur vaktleiðarin.

Nógvur kavi kom niður seinnapartin í gjár, og tað órógvaði ferðsluna um 16 tíðina og úteftir, tá fólk skuldu heim frá arbeiði.

Løgreglan bað tá fólk hugsa eg væl um, hvar tey settu bilarnar frá sær og heittu á fólk, sum fóru frá bilum, sum stóðu óvandaliga parkeraðar, um at siga løgregluni frá, so tey kundu fáa fatur á eigarunum, tá neyðugt varð at flyta bilarnar. 

Veðrið batnaði seinni, og í gjárkvøldið og í nátt var friðarligt hjá løgregluni, sigur vaktleiðarin.