- Nú legðist hann við stórkava, sum vit ikki hava sæð hann í fleiri ár. Ikki hevur gingið eftir ætlan við kavagravingini.
Tað segði Vága kommuna fríggjadagin.
- Kavin er tjúkkur og sera vátur og er tungur at fáast við. Vítt eru um at fara, tí kommunan er stór. Maskinurnar hava verið noyddar at grava fyri í neyðsynjarørindum meira enn eina ferð.
Vága kommuna veit at siga, at tey eisini vóru so óheppin, at onnur maskinan gekk fyri, men fekst í lagi aftur. Tá koyrdu báðar maskinurnar aftur.
- Vit royna at koma so víða um sum gjørligt og heita á borgarar okkara um at hava tol við okkum, segði Vága kommuna fríggjadagin.