Keflavík vann aftur ein tryggan sigur

Símun Samuelsen spældi 85 minuttir av heimadystinum ímóti Grindavík í dag. Tá liðini fóru til hálvleiks var støðan javnleikur 0-0. Í 64. minutti fekk Keflavík hol á, tá Jóhann Guðmundsson legði keflavíkingar á odda 1-0. Tá 8 minuttir vóru eftir av leiktíðini økti Guðmundur Steinarsson til 2-0. Stutt fyri leiklok økti Magnus Thorsteinsson til 3-0. Samstundis tapti Valur 0-1 ímóti botnliðnum úr Akranesi, so nú er tað bara FH úr Hafnafirði, sum kann hótta Keflavík.

Keflavík hevur 40 stig fyri 18 dystir, FH hevur 35 stig fyri 17 dystir, meðan Valur hevur 32 stig fyri 18 dystir. 22 umfør eru í Landsbankadeildini. Næstu ferð spælir Keflavík á útivølli ímóti Fjølnir.