Soleiðis, sum tað frættist fyrr í dag, er fyrrverandi, Andrew, prinsur, handtikin.
Hann er undir illgruna fyri at hava misbrúkt sína støðu sum alment tænastufólk.
Í morgun hevur bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, úttalað seg um málið, og hetta var í BBC Breakfast.
- Øll, sum hava viðkomandi upplýsingar, áttu at vitnað.
Keir Starmer heldur, at líkamikið um tað er Andrew ella onkur annar, so áttu øll, sum hava viðkomandi upplýsingar, at greitt frá.
Og forsætisráðharrin legði aftrat:
- Eitt av kjarnuvirðunum í okkara skipan er, at øll eru líka fyri lógini - og eingin er omanfyri lógina, segði Keir Starmer við BBC Breakfast.
Lesið eisini -
Andrew er handtikin - https://www.in.fo/news-detail/fyrrverandi-prinsurin-andrew-er-handtikin-a-foedingardegnum











