Nógvir føroyingar hava framvegis ikki gloymt, hvat hendi, tá kekkiska fótbóltslandsliðið í september í fjør var á Svangaskarði og spældi landsdyst móti Føroyum. Kekkia vann dystin 1-0 við einum máli, sum gekk beinleiðis ímóti Fair Play-andanum, sum FIFA hevur roynt at prenta niður í fótbóltslið um allan heimin.
Seinasta vikuskiftið fekk tað nógva umrøðu í Onglandi, at enska meistaraliðið Arsenal hevði fingið eitt líknandi mál í einum steypadysti móti Sheffield United. Har gjørdi Arsenal-venjarin Arsene Wenger ikki mætari enn at bjóða Sheffield United ein nýggjan dyst, og hetta fekk breiða undirtøku í Onglandi, eisini hjá fótbóltssambandinum í fótbóltsins móðurlandi.
Regin Egholm, formaður í 12. manni, sum er áskoðarafelagið hjá føroyska A-landsliðnum, hevur eisini fylgt væl við í hesum málinum, og hann hevur nú sent kekkiska fótbóltssambandinum eitt bræv, har hann vegna føroysku áskoðararnar ger vart við hetta.
? Vit vóru øll rættiliga vónbrotin av mátanum, Kekkia vann uppá, og av at einki meira hendi við tí aftaná, sigur Regin Egholm við ítróttarsosialin.
? Tað hevði verið áhugavert at vita, hvat hevði hent, um tað vóru tvey onnur, meira kend lið, sum spældu, og tað hava vit so sæð nú, sigur Regin Egholm, sum ikki væntar at fáa nakað serligt burturúr brævinum til kekkiska fótbóltssambandið.
? Eg vænti ikki, at nakað kemur burturúr og rokni heldur ikki við at fáa svar aftur. Hetta er bert ein áminning til teir, so teir ikki gloyma, hvat hendi, sigur Regin.
? Nógv søgdu aftaná, at soleiðis er tað við teimum stóru liðunum. Tá nógv stendur uppá spæl, verður so nógv annað gloymt, eitt nú Fair Play. Men tað stóð sanniliga eisini nógv uppá spæl hjá okkum. Vit vóru fáar minuttir frá at fáa javnleik móti varaeuropameistarunum, vísir Regin Egholm á.
Felagið er væl fyri
Tað stendur annars væl til hjá felagnum 12. maður í løtuni. Felagið hevur í dag um 220 limir, og nýggir limir tekna seg so at siga hvørja viku.
? Felagið verður tvey ár um mánaðarskiftið apríl-mai, og higartil hava fólk tikið væl undir við tí, sigur Regin Egholm.
Hugskotið at stovna felagið kom niðri á Malta, tá føroyska liðið var har og spældi.
? Vit royna at skipa føroysku áskoðararnar bæði til útidystirnar og heimadystirnar, og árið í ár verður ein serlig avbjóðing fyri okkum, nú vit hava fýra heimadystir innan rímiliga stutta tíð, sigur Regin.
Peningaliga er felagið eisini heilt væl fyri við upp ímóti 40.000 krónum á bókini. Inntøkurnar koma fyrst og fremst frá limagjaldinum, men eisini hevur tað verið eitt gott ískoytið at selt troyggjur til dystirnar ? hetta hevur felagið ikki havt nakrar útreiðslur av, men hevur fingið góðan stuðul uttanífrá, og allur vinningurin er farin beinleiðis til felagið.
Í ár ætlar felagið 12. maður at keypa nýggjar skreytlutir í sambandi við landsliðið heim at selja til føroysku viðhaldsfólkini, og tað er ikki heilt bíligt.
Regin Egholm sigur, at millum málini hjá felagnum er at gera tað bíligari hjá føroysku áskoðarunum at ferðast til útidystirnar og í síðsta enda eisini at fáa egið felagshús.
BRÆVIÐ TIL KEKKISKA FÓTBÓLTSSAMBANDIÐ:
»Hettar er eitt bræv frá einum føroyskum fótbóltsáskoðara, Regin Egholm.
Eg vil fegin upplýsa tygum um Fair Play í fótbólti. Eg rokni við, at tygum hava hoyrt um tilburðin í enska FA Cup-dystinum millum Arsenal og Sheffield United seinasta leygardag. Um tygum ikki hava frætt um hann, skjóti eg upp at tygum lesa dystarfrágreiðingina.
Tað fekk meg at hugsa um EM-undandystin millum Føroyar og Kekkia í september í fjør.
Tilburðirnir í hesum báðum dystunum vóru rættiliga líkir, tí í báðum førum var talan um ein meiddan spælara, eitt innkast, sum ikki var spælt sum Fair Play. Bæði innkastini endaðu fá sekund seinni við einum vinnandi máli.
Og vit vita øll, at venjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger, fáar minuttir eftir dystin bjóðaði Sheffield United ein nýggjan dyst. Og tað er tann rætti Fair Play-andin!
Og tí vil eg spyrja kekkiska fótbóltssambandið: Hvat hava tygum at bjóða føroysku fótbóltsviðhaldsfólkunum og føroyska fótbóltssambandinum? Hvussu við einum nýggjum dysti á Toftum?
Tað er einans rættvíst, tí vit stuðla FAIR PLAY. Gera tygum?
Eg vóni, at tygum hava eitt svar til mín og til allar føroysku fótbóltsáskoðararnar.«
Bestu heilsanir
Regin Egholm
Føroyar