Tað siga tríggjar keldur við tøttum sambandi til Kreml við Reuters.
Sambært keldunum hava ukrainsk dronuálop á russisk oljureinsiverk og havnir gjørt Putin enn meira staðfastan í ætlanini um at halda fram við krígnum.
Tvær av keldunum meta, at ein herðing av stríðnum er sannlík. Ein teirra, sum javnan hittir Putin, sigur, at tað er „stór sannlíkleiki“ fyri, at støðan fer at versna komandi mánaðirnar.
Mánadagin segði amerikanski forsetin, Donald Trump, annars, at Putin ynskir at enda kríggið, og at ein loysn er nærri, enn fólk halda.
Trump hevur seinastu dagarnar tosað í telefon við bæði Putin og ukrainska forsetan Volodymyr Zelenskyj. Mikudagin hittust Trump og Zelenskyj eisini á Nato-toppfundinum í Ankara, har teir sambært Zelenskyj umrøddu nýggj hugskot um, hvussu friður kann fáast í lag.
Men sambært Reuters hevur Putin framvegis sum høvuðsmál at fáa tamarhald á øllum Donbas-landslutinum í eystara Ukraina.
Ein kelda sigur, at Putin nýliga átalaði ráðgevarar, sum mæltu til at góðtaka vápnahvíld við verandi frontlinju. Ein onnur kelda sigur, at russiski forsetin væntar, at russiski herurin skjótt fer at fáa tamarhald á Donbas.
Talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, sigur við Reuters, at Russland framvegis er sinnað at finna eina friðarliga loysn, men samstundis hevur førleika at halda fram við tí, sum Russland kallar „serligu hernaðarligu atsóknini“.
Ein høgtstandandi embætismaður í skrivstovuni hjá Zelenskyj sigur hinvegin, at ukrainskar fregnartænastur meta, at Russland fyrireikar nýggj átøk í krígnum heldur enn friðarsamráðingar. Sambært embætismanninum kann ein herðing fevna um nýggj álop í Ukraina ella í ringasta føri eisini álop á eitt annað evropeiskt land.
Fleiri vesturlendskir hernaðargreinari meta, at Russland neyvan fær lagt undir seg alt Donbas uttan at kalla inn nógv fleiri hermenn. Samstundis hava russiskir hernaðargreinari í seinastuni alment umrøtt møguleikan at raka Nato-herstøðir í baltisku londunum.











