Kemilux nøktar allan reingerðartørv

- Við keypinum av Siriusi og stovnanini av handlinum Veitaranum kunnu vit nú í enn størri mun rópa okkum heildarveitara av reingerðarevnum, eins og vit nú eisini eru veitarar av pakkitilfari, pakkiamboðum, maskinum og arbeiðsklæðum til eitt nú vinnu og ídnað, sigur Arni Gunnarsson, søluleiðari hjá Kemilux Industri

Fish Expo Faroes

 

Kemilux Industri er millum føroysku fyritøkurnar, sum verða við á Fish Expo Faroes 2009.

Fyritøkan er nógv økt seinastu árini og hevur tískil skilt virksemið sundur í tveir partar, har framleiðsla og bókhald húsast fyri seg og handilin “Veitarin” og goymslan eru fyri seg.

Kemilux Industri leggur seg eftir at vera fremsti veitari av dygdarbestu reinsi-og vaskievnum, umframt tilhoyri og amboðum til vinnu og íðnað, eins væl og til stovnar og húsarhald.

 

Trý virkisøki

Arni Gunnarsson, søluleiðari, sigur, at fyritøkan er før fyri at nøkta allan reingerðartørv yvirhøvur – heilt frá grovreingerðing á skipsdekki og maskinrúmum til serliga tørvin innan reingerð, sum eitt nú matvøruídnaðurin krevur.

Á Kemilux býta tey virkisøkini upp í tríggjar bólkar 1) Food Industry, sum eru fiskavirki, stórkøkar og annað, 2) Dirty Business, sum er skip, skipasmiðjur, oljuvinna og annað og 3) Soft Business, sum eitt nú er stovnar og húsarhald.

Umleið ein triðingur av framleiðsluni hjá Kemilux verður seldur av landinum, og nú fiskivinnan í eitt nú Danmark hevur verið minkandi seinnu árini, fara fleiri og fleiri vørur umborð á farmaskip.

Millum keyparar av vørum hjá Kemilux, eru eitt nú skip hjá stórreiðarínum, Mæersk.

- Vit hava altíð sýnt sjóvunnuni serligan ans, og í dag kunnu vit staðfesta, at okkara framleiðsla finst umborð á fleiri skipum kring um á heimshøvunum.

Arni Gunnarsson sigur, at afturmeldingarnar um dygdirnar hjá vaskievnunum, sum fyritøkan framleiðir, sum heild hava verið sera positivar.

 

Góð vørumerki

Kemilux Industri kann eisini fegnast um, at oljuvinnan í størri og størri mun vísir vørunum ans og er vorðin ein partur av marknaðinum.

- Ein av okkara fyrstu vørum, sum stavar heilt aftur til 1968, var rustloysarin til viðlíkahald uttandura. Rustblettir og málaðar flatur kunnu viðgerast við hesum evni og síðan spulast við vatni. Úrslitini hava víst seg at vera sera munadygg, og er rustloysarin framvegis ein av best umtóktu vørunum í okkara fjølbroyttu vøruskrá, sigur søluleiðarin.

Hann vísir á, at ein onnur vøra, sum Kemilux Industri er kent fyri, er S-1 Extra, sum er óføra góð til alt, sum er gravskitið. Henda vøra er sera munadygg til vasking umborð á skipum, oljuboripallum og líknandi.

- Vit framleiða eini 10 tons av S1-Extra um vikuna til sølu bæði í Føroyum og uttanlands. Hetta vaskievnið verður eisini nógv nýtt til eitt nú reingerð eftir eldskaðar, har S1-Extra at kalla er einasta vaskievni, ið nyttar nakað, leggur hann aftrat.

Kemilux Industri hevur eisini ment eina dygdargóða sápu, sum livir upp til øll tey strongu krøv, ið eru til reingerð innan matvøruídnaðin.

- Úrslitið av hesi menning er S-2 Extra, sum er góðkend sápa til allar framleiðslumaskinur, ið nýttar verða í matvøruframleiðslu.

 

H79 og H80

Í útboðnum hjá Kemilux Industri eru eisini tvey onnur kend vørusløg, nevniliga H79 og H80, sum er ein “grønari” vøruframleiðsla.

- Øll maskinverkstøð avfeitta dagliga maskinlutir fyri olju og viðheftan skitt, og í húsarhaldum er javnan neyðugt at taka burtur eitt nú feitt ella tjøru av klæðum og øðrum.

Arni Gunnarsson vísir á, at H-79 avfeittarin hjá Kemilux verður nógv nýttur innan reingerð, tí hann upploysir olju, tjøru, asfalt og feitt.

- H-80 er grøna alternativið til vælroynda avfeittaran, H-79. Grøna alternativið er ein vatngrundaður avfeittari, sum bæði kann nýtast í ídnaðinum og í vanligum húsarhaldi.

Søluleiðarin sigur, at H-80 ikki minst er vælumtókt til bilvask.

 

Grøn vørumerking

- At vøran er merkt við “grønum”, merkir, at hon er umhvørvisvinarlig. Grøn vørumerking er tó ikki – sum mong kanska halda – eitt krav frá ávísum myndugleikum ella stovnum, men meira at rokna sum partur av marknaðarføring.

Arni Gunnarsson sigur, at vørur, sum Kemilux framleiðir, lúka somu krøv sum vørur við grønum merki.

- Hetta gera tær, hóast tær ikki eru “grøn” merktar, sum hann tekur til.

 

Kemilux Sirius

”Veitarin” er handilin hjá Kemilux Sirius. Tað var á heysti í 2007, at Kemilux keypti allan partapenigin í Sp/F Sirius, sum var - og nú undir nýggjum hatti - framvegis er heildarveitari av pakkitilfari, útgerð og útbúnaði til vinnu og ídnað.

Tað var ikki minst keypið av Siriusi, sum setti ferð á ætlaninar hjá Kemilux Industri at skipa eina veruliga sølubúð í hølunum á Sandvíkarhjalla.

- Við keypinum av Siriusi kunnu vit nú í enn størri mun rópa okkum heildarveitara av reingerðarevnum til fiski-og matvøruídnaðin, stovnar og vanlig húsarhald. Haraftrat eru vit nú eisini veitari av pakkitilfari, pakkiamboðum, maskinum og arbeiðsklæðum til eitt nú vinnu og ídnað, sigur Arni Gunnarsson, søluleiðari.