Malmberg D. Olsen
Dagarnir leingjast, og várið sambart álmanakkunum brýtur sær veg fram úr vetrarmyrkrinum, fyrsti várdagur var 22. febr. Dagarnir gerast longri, og sólin otar seg longri upp á himmalhválvið, kallar vøkstur fram, sum hevur ligið í dvala vetrarhálvárið. Tað er so forundarligt frá skaparins hond, at tað er altíð eitt nýtt vár sum brýtur sær sló fram úr vetrarmyrkrinum, várið síðsta ár kemur ongantíð aftur.
Várið ber boð um vøkstur og lív í natúruni, eitt ungdómslív kann líknast við várið har spírirnar til mandómsárini verða lagdar, lunnar vera lagdir fyri framtíðina, hvat skal eg blíva til? Hvat havi eg hug til? Og hvørjir eru framtíðarmøguleikarnir.
Í einum av bløðinum herfyri vóru daprir spádómar um framtíðina prentaðir á eina svarta síðu í sosialinum um veðurlagsbroytingar, sum liggja fyri framman hesar broytingar sigast verða skaptar av okkum menniskjum?
Spádómarnir eru ikki serliga stimbrandi lesnaður, men skal nok takast í størsta álvara. Spádómar um toskin, sum doyr og ísin, sum bráðnar og ísbjarnir, sum verða heimleysar. Ein fjøld av føroyingum kennir til ísin frá Grønlandstíðini, tá tað knilti í bæði borð tá roynt var at skorða seg ígjøgnum ísbrúnna, at finna ein hyl at seta nakrar stubbar av línu í, hettar tykist at fara í søgubøkurnar, sum mangt annað frá Grønlandstíðini.
Ein ráðstevna fyri og onnur eftir verða hilnar um, hvat skal gerast fyri at bjarga natúruni frá undirgangi.
Her á klettinum kunna vit eisini staðfesta, at stórar veðurlagsbroytingar eru farnar fram seinastu árini. Tað at turka eina last av klippfiski undir opnum himli sum bleiv gjørt í mínum uppvøkstri, hevði neyvan latið seg gjørt í dag, og tað at fáa turt hoyggj av bønum er sera trupult eisini, tað prógva tær mongu súrhoyggjaballurnar, sum vit síggja meir og meir av í natúruni.
Broytingar ella ikki, men ein sannroynd er, at higartil er tjaldrið okkara ímynd av várinum, kann tykjast sum tað kemu í so tíðliga nú fjallatopparnir eru kavakklæddir, men tað skert ikki burtur, at tað ber okkum boð um ljósari tíðir, at umsíður fer ljósið at vinna á myrkrinum og við várinum fara nógvir aktivitetir í gongd her á landi. Írótturin sum ikki hevur verið so sjónligur uttandura vetrarhálvuna vaknar til nýggjan leik á vølli, har nýggir spírar koma til sjóndar, sum rokna við eini framtíð á vøllinum, meðan aðrir takka fyri seg og gevast, vit liva í tíð komandi og farandi.
Kappróðrabátar verða flotaðir har unglingar gentur og dreingir skula kappast um at liggja stavnin frammanfyri, um steypið skal vinnast og allar kreftir verða brúktar til at náa málinum.
Nú eitt ár er eftir av hesum valskeinum, eru sterkar klimabroytingar komnar til sjóndar innan tinggátt, gassútlátið av 266b, sum bleiv íbirt á eini cafe í høvistaðnum kláraði at syndra ta føroysku tjóðina, uppskot sum kom frá andstøðuni bleiv samtykt av samgonguni, so her stendur 1-0 til andstøðuna, vanligt er at gera eftirmetingar av hvørjum dysti, serliga av tapandi liðnum? Bólturin í hesin leiki er farin á rull, nær næsti dystur í hesum leiki verður er ikki avgjørt í skrivandi løtu, og hvørjir spælarnir verða til næsta dyst, verður avgjørt við næsta løgtingsval.
Vit eru í bestu norðhavstíð, tá várðfiskurin kemur inn á grunnarnar at gýta, ikki minst her eru tað veðurlíkindini, hegni og áræði, sum avgera, hvat kemur burtur úr várðróðrinum. Jú veðurlagið er rættuliga viðkomandi fyri teir, sum søkja sjógvin og hava sína úrtøku av tí, sum dragast kann av grunni.
Veðurlagsbroytingar ella ikki, men ein sannroynd er, at tjaldrið einaferð enn er komið við sínum várliga klippi inn ivir oyggjar okkara tross heglingsæl so hvøss við fráboðan av stormi av vestri í skrivandi løtu so fer tað umsíður at grønkast um gangandi fót.
Guð signi mítt føðiland Føroyar.