LISTAFRAMSÝNING
Ken Denning, sum er føddur í 1957 í Sønderborg í Danmark, hevur mangan vitjað í Føroyum. Tey seinnu árini hevur hann fleiri skifti arbeitt í Grafiska Verkstaðnum í Listaskálanum.
Hann nýtir manga grafiska tøkni: silkiprent, steinprent, kaldanál, træskurð, fotogravuru o.a.
Mangar myndir eru samansetingar av silkiprenti og oljumáling. Hetta úrval av myndum hansara, ið hava sera týðiligan dám av føroyskari náttúru, verður sýnt fram í Richard-Haizmann-Museum, Niebull, Týsklandi, Galleri Den Gyldne Løve, Varnæs, Danmark og Listasavni Føroya.
? Svartbrúnir, bleikir jarpir tónar og gráir mana fram eitt hugans rúm.
Á gyltum klangbotni kaffibrúnt, brent og óbrent umbra.
Terra di Siena og alskyns okkur.
Ein fyrivarin kaldligur litdámur.
Sum í spákonunnar kaffigruggi.
Sum í einum fúnaðum filmi, har okkultar kreftir búleikast í grábrúnari skýming.
Sum í gomlum ljósmyndum, har minnini eru stirðnað í brúnum dreymalýsi?
heilsar Listasavn Føroya í tíðindaskrivi.