Kendir føroyingar og arbeiðslív í Oynni

Í hesum døgum er listaskálin, Oyggin, á Tvøroyri, karmur um forvitnisliga og fjølbroytta framsýning

Framsýning

Listahugað í Suðuroy hava í hesuym døgum høvi til at síggja eina forvitnisliga og fjølbroytta framsýning í listaskálanum Oynni, á Tvøroyri.
Frammanundan hava vit skrivað, at Finnleif Mortensen sýnir fram málningar í Oynni- og har eru nógv av myndevnunum eisini úr Suðuroynni.
Men nú er italski listamaðurin,Gianfranco Nonne, sum býr í Vági, eisini farin at sýna fram í oynni.
Hann málar ikki, men arbeiðir við leiri, bronsu og gipsi.
Hann hevur tvey høvuðs-myndevni á framsýningini og tað eru arbeiðslív og kendir føroyingar.
Á framsýningini eru nevniliga fleiri bringumyndir av kendum, føroyskum rithøvundum og skaldum. Men hann hevur eisini gjørt fleiri relief, sum lýsa arbeiðslív í Føroyum, helst fyrr í tíðini. Talan er um relieff av monnum, sum koma aftur av útróðri, sum skera lippur og sum fást við fugl. Og har eru eisini myndir av konufólki, sum vaska fisk.
Framsýningin er opin hvønn dag, uttan mánadag, frá klokkan 15-18