Sylvan Jakobsen, sum í nógv ár hevur siglt sum skipari og eisini hevur verið skipaeigari, er nú farin at royna seg á mjølverksmiðjuni umborð á Atlantic Navigator Hóskvøldið vóru vit ein stuttan túr umborð á Atantic Navigator, sum lá í Ánunum og landaði tey 1200 tonsini av surimi og 430 tonsini av mjøli, sum skipið fekk á seinasta túri.
Ørindini hjá okkum vóru at taka eina mynd av skiparanum, Lion Petersen.
Meðan vit standa og práta, kemur ein kendur maður niðan á dekkið. Tað er Sylvan Jakobsen, ið áður hevur siglt sum skipari og eisini hevur verið skipaeigari.
Sylvan hevur leingi ynskt sær at sleppa ein túr við Atlantic Navigator, og nú tað líður móti endanum hjá hesum skipi í føroyskum sjógvi, er hann farin umborð at royna seg á mjølverksmiðjuni.
Hóast Sylvan hevur verið alt sítt lív á sjónum, hevur hann ongantíð verið umborð á einum so stórum og stásiligum fiskifari.
Tá ið skipið kemur aftur eftir loknan túr, verður áhugavert at frætta, hvussu Sylvan Jakobsen hevur dámað hetta sjólívið í mun til alt annað, hann hevur roynt á sjónum.