Ingi Sørensen er kavari og hevur tikið hópin av myndum á havsins botni kring Føroyar. Á henda hátt verður latið upp fyri teimum ókendu Føroyum. Ingi sýnir fram 33 stórar og heilt serliga vakrar myndir, umframt at hópin av øðrum myndum frá havsins botni Kring Føroyar, verða sýndar fram á flatskermi.
Leygardagin 26. september, verður tunnilsdagur, í tí sambandi verður opið frá kl 10.00 – 19.00, har ókeypis kaffi, kakao og køkur verða at fáa allan dagin.