Kendur nevaleikari illa særdur av skoti

Hector "Macho" Camacho, sum hevur verið heimsmeistari í nevaleiki í trimum vektbólkum, er fluttur á sjúkrahús í heimlandinum Puerto Rico, eftir at ein ókendur maður skeyt hann í nakkan. Løgreglan sigur, at Camacho sat í bili sínum uttan fyri eitt vertshús í høvuðsstaðnum San Juan, tá hann bleiv skotin. Ein annar maður varð eisini skotin, og hann doyði.

Tíðindastovurnar skriva, at tann 50 ára gamli Camacho hevði einki vit, tá hann kom á sjúkrahúsið. Tað ljóðar, at løgreglan hevur tikið ein mann, sum er undir illgruna fyri at hava skotið Camacho og hin mannin.

Hector "Macho" Camacho var heimsmeistari í superlættvekt, lættvekt og weltervekt í 1980-unum. Sum professionellur vann hann 79 dystir og tapti seks. Millum hansara mótstøðumenn vóru so kend nøvn sum Roberto Duran, Oscar De La Hoya, Julio Cesar Chavez og Sugar Ray Leonard.