Sunnudagin 4. august verður hesin heldur sjáldsami og rættiliga fjølbroytti maðurin við tí heldur óføroyska "lookinum", mest álíkur onkrum úr fjarskotnum londum, fimti. "Óføroyskur" er hann eisini í mangar aðrar mátar ? eitt nú heldur hann seg ikki aftur at siga sína meining ? tá tað ræður um standa fram við heldur ótraditionellum og markantum sjónarmiðum. Og fírir ikki fyri at tala Róma beint ímót. Hetta hava vit so eisini verið vitni til hesar seinastu mánaðirnar, síðani hann og Olle (Óla Svend) fóru inn í bryggjaríbransjuna. Við sínum, fyri mong, sera ágangandi og ekstremu lýsingum hevur hann gjørt seg og havnarbryggjaríið bæði kent og "beryktað".
Tey, ið kenna Johan, vita, at her er ein maður, sum roynir at liva lívið fult og heilt hvørt sekund, hvønn minutt og hvønn tíma av degnum. Altíð uppá fartin og altíð skund. Altíð við onkrum hugskoti, onkrum nýggjum tanka. Einki við at útseta tingini. Einki við kanska. Har skal nakað henda alla tíðina, og tað skal vera her og nú. Og tað skjótt eisini. Tað var tí heldur ikki nakað vánaligt páfund børnini hjá einum av vinmonnum Johans fingu og eftirfylgjandi gjørdu korta prosess, tá tey tóku telefonina, og Johan var hinum endanum - við at geva honum eyknevnið "Skjótijohan", nú eisini fleiri aðrir Johannar plagdu at ringja. "Pápi, Skjótijohan var í telefonini. Men hann gjørdi so skjótt av og legði rørið á, áðrenn vit fingu sagt, hvar tú var at hitta." Tað kundi so bara vera tann eini, nevniliga fiskaoljuøljohannurin.
Vit eru fleiri, ið vilja ynskja tær Johan hjartaliga tillukku við teimum fimti. Nú tú setur kós fram móti teimum 100, er ilt at ímynda sær annað, enn at tú fer at vilja røkka so nógvum av tínum málum, áðrenn aldurin fer at gera vart við seg av álvara. Og tí er "vandi" fyri, at ferðin fer heldur at økjast uppaftur meira heldur enn at minka. Men við tí ferð og tí ágrýtni og ikki minst við tínum nærum ómettandi vilja og dirvi til at royna nakað nýtt, ið jú hevur eyðkent teg hesi fyrstu fimti árini, ivast vit heldur ikki í, at tú manst fara at klára at seta nakrar varðar aftrat eftir teg, hálv- ella heillaðaðar.
Tó so ? tá man er uppi í so nógvum, er ringt at vera fullur og heilur í øllum og allastaðni. Tað er tó skeivt at siga, at tú hevur verið hálvur í nógvum tú hevur fingist við, hóast tú er farin frá einum spennandi ævintýri til eitt annað. Har tú mestsum hevur verið heilur og fullur.
Tað gav at bíta, tá Johan var uppi í fiskivinnuni. Har var hann saman við pápanum við til at menna søluna av fiskavørum og vágaði hesin nýggi og ungi fiskasølualvin ? hesin Dávid ? at bróta upp um armar í kappingini við fiskasølunnar Goliath, Føroya Fiskasølu, á borgini hinumegin. Arbeiðið við sølu av fiski í familjufyritøkuni MARR & CO saman við pápanum Agga var í mangar mátar slóðbrótandi marknaðararbeiði, tá hugsað verður um, hvussu torført tað kundi vera at kappast við gigantin hinumegin vegin. Johan mundi tó vera tann fyrsti at útflyta aldan laks, hann var eisini millum teir fyrstu við feskum fløkum í størri stíli. Saman við pápanum Axel Mortensen legði hann støðið undir ta fríu kappingina vit hava í dag við fiskamarknaði og sølu.
Johan valdi annars longu frá ungum árum at ganga bókliga vegin heldur enn at fara til sjós. Hann tók studentsprógv í 1972. Longu tá var hann nakað fyri seg. Ein einari, ein serlingur ella bara eitt serligt produkt av síni tíð. Hann gav sum 19 ára gamal út yrkingasavnið LIBIDO undir dulnevninum HOT. Savnið, man onkur halda, var rættuliga nýskapandi. Fyri stuttum royndi hann enn einaferð sínar skaldagávur við sonevndum Haikoyrkingum. Eftir studentaskúlan fór Johan at lesa psykologi, men gavst og fór at arbeiða hjá pápanum. Her var hann í nógv ár og var við til at seta síni fingramerki á fiskivinnuútviklingin.
Johan tók við sum bretskur konsul, tá pápin fór frá vegna aldur, og tað álitisstarvið røkti hann í samfull 15 ár. Við sínum góða enska førleika og við sínum stóra innliti í og áhuga fyri bæði føroyskum og altjóða viðurskiftum og her ikki minst fyri vinnu og mentan og tí fólksliga var hann bókstaviliga tann føddi til konslastarvið.
Tá hann gavst fyrst í øldini var tað fyri burturav at kunna halga seg nýggju oljuvinnuna, ið hann var millum teir fyrstu at síggja stóru framtíðar møguleikarnar í fyri bæði vinnu, fólk og land. Har fekk hann ongan minni enn tann arbeiðssama og gløgga oljumannin Richard Hardman sum mentor og varð skúlaður í hesi nýggju vinnu. Johan var fyrsti føroyski umboðsmaðurin hjá Amerada Hess og var harvið við í tí týðandi arbeiðinum at útvega felagnum lisens á føroyskum øki. Seinni tók Johan við sum stjóri í øðrum oljufelag, Anadarko. Tað hevur so ongar ætlanir um at bora enn, og er tað ikki sørt lagnunnar speisemi, at Johan, ið ber orð fyri at vera ekstremt ótolin, má bíða í mong ár enn, til "hansara" felag fer at bora og møguliga finna olju. Tað er kanska júst henda bíðitíðin, ið er orsøkin til, at maðurin, sum vil, at okkurt skal henda alla tíðina, fann sær enn eitt nýtt yrki, bryggjaríbransjuna.
Tað mundi tí neyvan koma óvart á nakran, at hvørki fiskur ella olja skuldi gerast byrjan og endi hjá Hottinum. Í fjør gjørdi hann ein av ungdómsdreymum sínum til veruleika: at gerast medognari av einum bryggjaríi og vera við til at menna tað. Og tað er ikki lukkuligt, sum hann hevur "leikað" í síðani. Ikki ein tíðindasending ella ein ávísútgáva uttan, at Hotturin hevur ein fingur, onkuntíð eina heila hond, við í spælinum. Gav hann fiskinum og oljuni alt tann tíð tað var (og framvegis er) gevur hann ølinum og bryggjarídreyminum allan armin. Ikki meira enn koyrt tær fyrstu nýggju ølirnar á marknaðin frættist, at Johan & Co eru á vitjan á einum av fremstu bryggjaríunum í Europa. Og nakrar vikur seinni er opið hús í Hornahúsunum í Havn, har borgarstjóri og vinnumálaráðharri leska sær á av tí spildurnýggja og skúmandi bjórinum við tí sjáldsama og ikki sørt mentanarkenda heitinum MUNGÁT. Aftur ein uppfinnsamur Hottur í essinum. Men við tí hevur Johan Hot neyvan sagt tað seinasta orðið í ævintýrkenda bryggjarí-hugaheimi sínum. Tjóðarbjór var tað hesaferð. Man tað blíva meira lokalt, t.d. Havnarbjór næstu ferð! Ella ein krútsterkur Hottentottur (megnar hann at broyta lógina um mest loyvdu ølstyrki?) ella sum onkur kreativur havnarmaður fann uppá herfyri: ein NOL og HOT fyri ikki at siga Knold og Tot. Og her hugsaði hann um báðar teir nýggju bryggjaríeigararnar, Nolsøe og Hot. Nei einki bagir hugflognum, tá øl er á skránni.
Hóast fimti og nøkur fá evarskalítil grá hár, er Johan framvegis tann sami. Har hann er, har er hann heilur, og tað skal henda nakað alla tíðina, og tað her og nú. Selur framvegis fisk, arbeiðir í oljuni og er farin at bryggja øl, tí hann er so "forbannað" ótolin at bíða eftir tí týska slagnum av "øli", oljuni. Men hann hevur eisini aðrar týðandi røkur at røkja. Fiskar hann ikki síl á Sandsvatni, lurtar eftir Rolling Stones, lesur eina góða bók ella vitjar vinmannin á Dímun, so brúkar hann nakað av tíðini sum Lloyds umboðsmaður, og gjøgnum sítt egna felag BALDUR umboðar hann eisini ferðamannaskip umframt at fáast við fiskasølu og ymiskt gastronomiskt virksemi. So áhugamálini og gerimálini eru mong.
Eitt nú plagar Johan ikki at halda seg aftur, tá talan er um at siga sína hugsan um samfelagslig viðurskifti. Eisini tá er hann ótrúliga skjótur, onkuntíð ov skjótur. Men oftani rakar hann í plett. Sigur tingini, sum tey eru, ærliga og uttan ótta fyri at gerast "the bad guy" millum "the establissement". Einki uttanumtos. (Tað er annars so populert fyri tíðina) Hann er kanska nakað av tí nærmasta vit í dag koma oftani sera avgjørdu og beinraknu greinunum hjá John Smith og Tórmóð Dahl, ið báðir eru farnir. Í greinum sínum er hann heitur forsprákari fyri náttúruvernd og tosar ímóti teimum, sum dálka land og náttúru og ikki fara væl um okkara tilfeingi. Jú víst. Johan er bæði Hot og In.
Johan giftist í 1977 við Jensinu Bolstad úr Sandvík. Tey hava børnini Jens Hera og Guðrun.
Tillukku við degnum Johan og skunda tær nú eitt sindur minni komandi 50 árini. Tú hevur væl tíðina fyri tær - ella!
Johan heldur dagin við móttøku á Bryggjaríinum seinni í mánaðinum skilst.
???????????????
Ein vinmaður