Kenna enn hitan frá heilsuhjálparum

Í gjárkvøldið var bókin ?Hendur, ið fjálga? løgd fram fyri fullsettari høll í Miðlahúsinum. Hetta er bók sum Ása Olsen hevur skrivað, og sum lýsir arbeiðið og søguna hjá føroysku heimahjálpunum og heilsuhjálparunum.

- Mong eru tey, sum hava kent hitan av teimum hondum, ið gjøgnum hetta arbeiði hava verið við til at veit al inna, har ein ikki rakk til sjálvur, skrivar rithøvundurin í fororðinum.

Í bókini eru persónligir upplýsingar frá heimahjálparum og heilsuhjálparum, og er hetta gjørt fyri at heiðra allar hesar sum hava veitt hjálp, har tørvur var á tí.

Søgan um Heimahjálparskipanina byrjaði í 1973, tá anna Skæling varð sett sum leiðari fyri heimahjálparskipanina í Føroyum.

Fyrsti heimahjálparin, ið varð send til arbeiðis var Thomasia Matras. Hetta hendi 18. oktober hetta árið.

Síðani tá hava hundraðtals kvinnur og menn ferðast heim úr heimi, og bygd úr bygd fyri at fremja týdningarmikla arbeiðið.