Kenna okkum ikki so einsamøll longur

Mia Káradóttir heldur, at Stjørnubreytin er eitt frálíkt høvið hjá klassisku tónleikarunum at fáa tættari samband við rútmiska tónleikin í Føroyum.

Saman við Blásarakvintettini, Dáva Juul Magnussen og Heiðrun Petersen, umboðaði Mia Káradóttir klassiska íslettið á Stjørnubreytini 2004.
Mia Káradóttir spælir tvørfloytu, og herfyri vann hon virðisløn á tónleikastevnu í Danmark. Á Stjørnubreytini spældi hon sama stykkið, hon varð heiðrað fyri í Danmark.
-Vit, sum spæla klassiskan tónleik, hava onkuntíð kent okkum eitt sindur einsamøll frá teimum mongu rútmiskum bólkunum kring landið. Stjørnubreytin er eitt frálíkt høvið hjá okkum at koma í samband við rútmisku tónleikararnar, sigur Mia Káradóttir.
Hon leggur afturat, at fleiri av rútmisku og klassisku tónleikarunum á Stjørnubreytini hava ætlanir um spæla saman í næstum, og tað samstarvið gleiðir hon seg til.

Frálíkur hýrur
Mia heldur, at øll á Stjørnubreytini komu ómetaliga væl frá sínum framførslum.
-Tað var ein ótrúligum stemningur í Norðurlandahúsinum, og øll vóru glað um tiltakið. Eg vóni veruliga at skipað verður fyri Stjørnubreytini aftur, tí tað er stórur tørvur á slíkum tiltøkum fyri tey ungu, sigur Mia Káradóttir at enda.