Kenna seg ikki ov ung at giftast

- Vit hava ætlað at gift okkum frá fyrsta degi av, men hugsaðu at vit møguliga vóru ov ung. Men nú eru vit 100% klár, siga Heini Kristiansen og Súsanna Nielsen, ið liva eitt lív, har trúgvin á Jesus hevur alt at siga.

20 ára gamli Heini S. Kristiansen av Skála og 21 ára gamla Súsanna Kass Nielsen av Nesi hava verið saman í góð trý ár og miðjan juni í ár, skulu tey giftast. Vígslan verður í Fríðrikskirkjuni á Toftum, og abbi Súsonnu, Jákup Kass, skal víga tey í hjúnalag. Eftir vígsluna hava tey vælkomst í bygdarhúsinum í Leirvík:
 
- 420 fólk passa inn í bygdarhúsið, og tað er longu fullteknað, sigur Heini.
 
Fyri hálvum ári síðan fór Heini niður á knæ og fríggjaði til Súsonnu. Síðan tá hava tey fyrireikað seg dúgliga til brúdleypið. Súsanna hevur verið í Danmark og keypt borðprýði, og eisini hevur hon funnið sær ein serligan brúðarkjóla úr Spania:
 
- Hann er sera vakur, men enn fær Heini ikki at vita, hvussu hann sær út. Tað skal verða púra óvæntað, sigur Súsanna argandi.
 
Heini hevur keypt sær stás í Føroyum. Á brúdleypsdegnum fer hann í svartan klædning og vest.
 
Ikki ov ung
Heini og Súsanna eru bæði á einum máli um, at tey avgjørt ikki eru ov ung at giftast:
 
- Vit kenna okkum 100% klár. At byrja við kendu vit sjálvandi ikki hvønn annan serliga væl. Vit vóru bara sera forlipt og forelskað, men hava tó altíð hugt eftir hvørjum øðrum við tí sjón fyri eygað, at vit fyrr ella seinni skuldu giftast. Somuleiðis hava vit altíð prátað saman um framtíðina, og parlagið hevur als ikki bara verið fjas, men vit hava tikið hvønn annan í álvara allan vegin ígjøgnum.
 
Hittust á einum møti
Hóast Súsanna og Heini ikki kendu hvønn annan, áðrenn tey komu saman, hava tey altíð vitað av hvørjum øðrum:
- Vit hava bæði stórt tilknýti til Heimamissiónina og hava javnan verið á ungdómsmøtum og legum. Men tá vit bæði fóru á studentaskúla, byrjaðu vit veruliga at kenna hvønn annan, sigur Heini, og Súsanna skoytir uppí, at hjá henni var tað kærleiki við fyrsta eygnabrá:
 
- Fyrstu ferð eg legði Heina til merkis, sang hann fyri á einum møti. Og so hugsaði eg alt fyri eitt: Handan má eg hava! Men eg haldi ikki, hann var forelskaður í mær longu tá. - Eg noyddist líka at ofra meg í eina tíð, men so var hann eisini í kassanum, sigur Súsanna flennandi.
 
- Nei, eg haldi nú eisini, eg var forelskaður í tær tá, men fyrst vóru vit sjálvandi bara vinir, er Heini skjótur at svara.
 
Fór niður á knæ
Fyri hálvum ári síðani fór Heini, sum sagt, niður á knæ, men Súsanna varð ikki tikin á bóli, tí tey høvdu prátað um tað leingi:
- Men eg varð sjálvandi sera rørd og glað, sigur Súsanna.
 
Heini hevði í loyndum lagt eina rúgvu til rættis. Eitt nú bílagt bygdarhúsið í Leirvík og keypt ringar úr Danmark fleiri mánaðir frammanundan:
- Men fyrst fekk eg skeivar ringar sendandi, og tí tók tað so langa tíð. Eg haldi, Súsanna at enda hevði ein feril av, at eg var í ferð við eitthvørt, sigur Heini og sendir Súsonnu eitt spyrjandi eygnabrá.
 
- Nei, eg visti ikki av nøkrum. Tú gjørdi tað rættiliga spontant, svarar Súsanna skjótt.
 
Hesum váttar Heini og vísir á, at tey eru sjáldan einsamøll saman, og tí fríggjaði hann so brádliga:
- Ein dagin vóru vit einsamøll heima hjá Súsonnu. Eg kókaði suppu, fór inn á kamarið hjá henni og legði ringin á ein stól við rósubløðum. Tá vit høvdu etið, fóru vit inn á kamarið, og tá legði Súsanna í øllum førum til merkis, hvat eg hevði í hyggju. 
 
Reaktiónirnar ymiskar
Foreldrini fingu alt fyri eitt at vita, at Heini og Súsanna fóru at gifta seg:
- Vit vóru eitt sindur bangin fyri, at tey fóru at verða ivingarsom og práta um pengar, aldur o.s.fr. Men tey vórðu tíbetur glað og stuðlaðu okkum beinanvegin, sigur Heini.
- Men pápi mín er sjómaður, so mamma var bangin fyri, at hann ikki náddi heim til brúdleypið, men tað hava vit fingið í lag, sigur Súsanna.
 
Millum kenningarnar í missiónshúsinum er tað ikki óvanligt at giftast tíðliga. Men tó kennir Heini fáar dreingir, sum eru giftir sum bert 20 ára gamlir:
- Heldur plagar tað at verða øvut. Men eg havi eisini vinir, ið ikki ganga á møti, og teir vórðu ovfarnir, tá teir frættu um brúdleypið, sigur Heini. Súsanna heldur tó, at fleiri, hon hevur hitt, hava havt trupult við at skilja hví, tey gifta seg so tíðliga:
- Eg arbeiði á eini hárfríðkanarstovu, og har hvukku fleiri við og søgdu eitt nú: Ha? Skalt TÚ giftast longu? Hvussu gomul ert tú? Bíða bara til tað mislukkast! Men vit hava tað áskoðan, at tað ikki er ein møguleiki at skiljast, tí ivast vit onga løtu í, at hjúnabandið fer at eydnast okkum væl.
 
Men hvussu kunnu tit vita, at tit fara at verða saman restina av lívinum?
- Vit vita tað ikki 100%, men taka tað í álvara og hugsa ikki bara: Fínastaslag, eg havi bara ein sjeik/damu - tað gongur nokk. Heldur hugsa vit okkum gjølla um og biðja saman.
- Fyrsta árið, vit vóru saman, vóru vit bara 17 ára gamlir forelskaðir tannáringar, men eftir eina tíð broyttist forelskilsi til kærleika, og tá vistu vit, tað var rætt at giftast, sigur Súsanna og leggur dent á, at hon ikki trýr á prinsin á hvíta hestinum:
- Vit hava valt at verið saman og fara heilt vist at klára tað og kempa fyri hjúnabandinum.
 
Heini er samdur og heldur ikki, at tað við vissu ber til at vita, at tey skulu verða saman restina av lívinum:
- Tá tað onkuntíð hevur gingið illa hjá okkum, hava vit sjálvandi hugsað: Er hetta veruliga tað rætta? Men eg haldi, tað ofta verður hugsað alt ov nógv um, hvussu lívið møguliga kundi verið. Ístaðin áttu vit heldur bara at fingið tað besta burtur úr tí, vit hava valt. Vit noyðast at velja ymiskt her í lívinum og skapa lívið eftir tí.
 
- Nú havi eg valt at verið saman við Súsonnu og havi ongantíð hugsað, hvat eg møguliga havi mist við at verða saman við henni. Tí eg havi valt tað besta bæði viðvíkjandi damu og trúgv, sigur Heini og leggur afturat, at tey avgjørt ikki hava eitt óáhugavert lív, ið fleiri vilja vera við:
 
- Hóast vit ganga á møti og giftast tíðliga, eru vit úti hvørt fríggjakvøld og leygarkvøld og hugna okkum saman við vinum okkara. Vit eru á felagsmøtum, koyra biltúr, keypa pitsa og ofta bjóðar onkur eisini inn.
 
Kynsligt samband
Millum ung verður tað ofta dúgliga prátað um, at tey, ið gifta seg tíðliga, bert gifta seg fyri at fara í song saman, men hesum eru Súsanna og Heini ikki samd í.
- Sjálvandi giftast vit ikki fyri at fara í song saman. Í okkara trúgv er tað ikki loyvi at hava kynsliga samveru áðrenn hjúnaband. Sex er ein stórur partur av at vera menniskja, og tað er uttan iva lætt at freistast áðrenn hjúnabandið, men tí flyta vit heldur ikki saman, fyrr enn vit eru gift, sigur Súsanna.
- Jú longri vit hava verið forlovað, tess meira hava vit havt brúk fyri at komið tættari at hvørjum øðrum - at gera parlagið meira intimt. Nú hava vit eisini í eina tíð vitað, at vit skulu giftast, og hevur tað verið verri og verri at bíða. Tí verður tað gott at verða giftur nú. Eg vænti ikki, vit høvdu megnað at bíða eitt ár afturat, sigur Heini við einum smíli:
- Eg havi mangan sovið í gestakamarinum heima hjá Súsonnu. At byrja við hugsaðu vit nógv um, hvat hini hildu, tá tey eitt nú sóu bilin hjá mær uttan fyri húsini hjá Súsonnu um næturnar. Men nú eru vit vorðin eldri og hugsa heldur, at tað er teirra trupulleiki. Vit vita, hvat vit gera, og hvar okkara mørk eru. Tað er sannleikin, ið telur, og hóast eg sovi í gestakamarinum, hendir einki.
 
Vinir stóran týdning
At byrja við sóust Heini og Súsanna bara um vikuskiftið, men í seinastuni hava tey næstan verið saman hvønn dag:
- Vit royna tó at vera nógv saman við vinum okkara. Tað hevur alstóran týdning. Sjálvt um vit giftast nú, merkir tað ikki, at vit fara at isolera okkum inni saman tvørturímóti. Vit fara framvegis at verða ung og við upp á alt.

 Tá brúdleypið er av, fara Heini og Súsanna fyrst og fremst á romantiska brúðarferð til Bulgaria í 14 dagar. Har fara tey at njóta sólina, strendurnar og hvønn annan. Tá tey koma heim aftur, flyta tey í felag til Havnar at búgva og byrja har sína nýggju tilveru sum hjún.