- Kenni til misnøgdina

- Eg havi ikki sæð nakað skriv enn, men eg kenni til misnøgdina, tí teir hava verið á fundi um málið.


Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, nú VEKS-samstarvið er í vanda fyri at fara í søguna, aftaná at Vestmanna kommuna hevur boðað hinum kommunum frá, at hon ynskir at sleppa úr samstarvinum.


Tað letur seg tó ikki gera uttan so, at landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum gevur loyvi til tess. Spurd um hon fer at eftirlíka umbønini sigur Sirið Stenberg, at hon fyrst ynskir eina sakliga viðgerð av málinum.


- Tað dugi eg ikki at siga. Vit mugu fyrst geva málinum eina sakliga viðgerð, har vit fáa greiðu á hvat er lov og hvat rætta løgfrøðiliga mannagongdin er í slíkum førum.


Landsstýriskvinna ivast nevniliga í, um tað yvirhøvur ber til at siga upp sáttmálan.


- Talan er um at broyta eina samstarvslóg, ið ásetur hvussu stór økini kunnu vera. Tann avtalan kann ikki bara kann sigast upp, sigur landsstýriskvinna í stuttari viðmerking við in.fo.