Kennir tú frásøgnina um Lot?

Jenis av Rana


Frásøgnin um Lot byrjar í 13. kapitli í Bíbliuni, tá tveir einglar av Himli koma á vitjan hjá Abraham- farbróðri Lot. Tað vísir seg, at teir eru á veg at finna Lot, sum tá búði í Býnum Sodoma. Um orsøkina til vitjan teirra siga Harrin Gud:
& rópið um Sodoma og Gomorra, tað er stórt, og synd teirra er ógvuliga svár. Eg fari tí nú niður at vita, um tað er so, at tey hava borið seg so illa at, sum tað ljóðar, eftir rópinum, ið komið er til Mín, ella ikki - Eg vil hava tað at vita!

Eftir vitjanina hjá Ábraham, har teir m.a. geva lyftið um, at Ísak skal verða føddur, halda teir leiðina fram, fyri at finna Lot. Komnir til So­doma finna teir hann sit­andi í býarportrinum , og blíðskapurin er stórur. Vit lesa, at tá Lot sá teir:
&.. reistist hann og fór ímóti teimum, boygdi seg til jarðar og segði: Harrar mínir! Kom­ið inn hjá tænara tykkara og gistið her í nátt, og vaskið tykk­um um føturnar!
Teir fóru tá inn hjá honum at gista; hann gjørdi teimum eina máltíð til og bakaði ósúrgað breyð, og teir ótu, men vit lesa víðari, at:
&áðrenn teir vóru lagstir, tyrptist býfólkið - menninir í Sodoma - saman um húsið, bæði ungir og gamlir, alt fólk­ið, hvør ein. Teir róptu á Lot og søgdu við hann: Hvar eru hasir menninir, ið komnir eru til tín í nátt? Kom út higar við teimum, so vit kunnu fáa vilja okkara við teimum!

Úrslitaleyst roynir Lot at verja menninar, fer út fyri dyr, læsir hurðina eftir sær fyri at verja teir vitjandi og biður bygdamenn sínar:
&  gerið tó einki ilt, brøður mínir! Eg havi tvær døtur, sum ikki vita av manni; eg skal koma við teimum út til tykkara; so kunnu tit gera við tær tað, ið tit hava hug til. Gerið bert ikki hesum monn­um nakað, við tað at teir nú eru komnir inn undir skuggan av taki mínum!

Men alt til fánýtis, teir vísa bøn hansara frá sær við hes­um orðum:
&her er hesin eini maðurin komin at búgva sum fremm­andur, og so skal hann altíð spæla dómari! Nú skulu vit fara verri við tær enn við teim­um! Og teir gingu hart á mannin, Lot, og trongdu seg fram at durunum, at bróta tær upp.

Men tá greip Gud inn. Vit lesa, at:
&tá rættu menninir út hond­ina, tóku Lot inn í húsið til sín og læstu dyrnar. Og fólk­ið, sum stóð uttan fyri dyrnar á húsinum, slógu teir við blindleika, bæði smáar og stórar, so teir funnu ikki dyrnar, hvussu teir so leit­aðu.

Tað, ið síðani hendi við So­doma og Gomorra, kenna vit óivað øll. Í skundi royndu einglanir at bjarga m.a. versynum Lots, men til fánýtis. Longu móti morgni, tá lýsti av degi, skundaðu teir undir Lot og søgdu:
& reis teg, tak við tær konu tína og døtur tínar báðar, sum eru her, so tú ikki gongur til grundar gjøgnum alt tað illa, ið gjørt er her í býnum!
Sólin var undankomin í land­i­n­um, táið Lot kom til Zoar. Og tá læt HARRIN regna sváv­ul og eld yvir Sodoma og Gomorra - frá HARRANUM, av himli. Hann oyddi hesar býir og all­an slættan og øll, ið búðu í býunum, og tað, ið á mark­ini vaks.

Kærleiki Guds
Frásøgnina um Sodoma og Gomorre boðar ein Gud, sum gjølla fylgir við Skaparverki sínum. Nágreiniliga visti Hann hvat fyrifórst í býunum báð­um- og tað píndi Hann. Men eins væl visti Hann um tey óseku, tey, ið píndust av tí vána lívsførslu, sum var góðtikin av hesum fólki. Í frásøgnini í kaptlinum 18, har einglanir vitja Ábraham, lesa vit , at Ábraham fær loyvi at biðja fyri Lot, fyri at spara býirnar báðar. Harrin er villugur at spara tey, og summir bíbliukønir meta at so kundi verið, um bert Abraham hevði verið meira áhaldandi í bønum sínum.
Men so varð ikki, lívsførsla teirra kostaði teimum alt- bert hin rættvísi Lot, og døtur hansara, komust undan.

Faðirkærleikin broytist ikki!
Eins og tá vakir Gud yvir Skaparverki sínum. Í kær­leika leingist Hann eftir sam­felagi við børn síni. Sum Hann vardi Lot, Ábraham og tey, ið valdu at liva við honum og ganga leiðir Hansara, so er í dag. Einki mark er fyri tí signing og trygd, tey kunnu njóta, sum velja at fylgjast við Honum.
Hinvegin er lívið á egn­um leiðum bæði ótrygt og vandamikið, og fer fyrr ella seinni at leiða til fall og sorg­ar­leik. Fyri tí ferðini ræð­ur ein ikki sjálvur, men hann hvørs ætlan er, fyri at endurgeva Jesus: at drepa, stjala og forkoma. Hetta vísti Jesus á, áðrenn Hann á Krossinum vann á mótstøðumanninum og breyt vald hansara- fyri teg og meg.
Forrættur okra er, at vit her og nú, við einfaldari áheit­an á Hann, kunnu broyta lívsleið, av vandakós á trygga grund, frá deyða til lív.