Her er hann komin fram á eina mynd við fótbóltsleikarum. Annað liðið er KÍ, meðan hitt liðið halda vit vera B36, tí ein av teimum fáa vit kenna er Niels A. Ejdesgaard, sum var ein av stovnarunum og fyrsti formaður í B36.
Um onkur kennist við myndina og veit meira um hana, nær hon er tikin o.s.fr. er viðkomandi vælkomin at ringja til Birgar Johannesen tel. 214647 ella 314647.