Góðu Havnafólk, góðu bygdafólk og góðu gestir uttanlands.
Tað er mær ein sonn fragd at bjóða tykkum vælkomin á Ólavsøku 2013.
At hesin heiður er vístur mær í ár, eri eg sera errin av.
Føroyingar í øllum aldri hittast til gaman og álvara. Havnin er í fínasta skrúð og er gjørd út til enn eina minniliga tjóðarhátíð. Vit eru øll sum eitt, vit tosa saman, skemtast, og minnast hvat vit hava gjørt síðan seinastu Ólavsøku. Lagið á fólki er gott, vit vísa sóma og semju og gott hjartalag, hvør fyri øðrum.
Havi so at siga hvørt ár, seinastu fleiri enn 40 árini, staðið saman við Havnar Hornorkestri og spælt Ólavsøkuna inn. Gingið úr nýggja kommunuskúlagarði, saman við ítróttarfólki og reiðfólki, oman á Vaglið, runt vøllin og inn her, framman fyri Tinghúsið. Kenslan er tann sama á hvørjum ári. Errin av, at høvuðsstaður okkara er karmur um eina høgtíð sum hesa, sum savnar allar føroyingar og fremmandafólk í túsunda tali, sum koma at halda høgtíðina saman við okkum.
Ólavur Kongur verður heiðraður í Noregi, eitt nú á Stiklastøðum, og so eisini á Ólavsøku í Føroyum. Tað eru nógvar kirkjur kring allan heim, sum eru uppkallaðar eftir Ólavi Heilaga. Kirkjan í Kirkjubø - eisini nevnd Ólavskirkjan - er elsta kirkja í landinum, sum er í brúki. Hon hevur eitt tíðarskeið verið dómkirkja á føroyska biskupssætinum.
Miðskeiðis í nítiárunum var eg so heppin at sleppa til Estlands, saman við Tórshavnar Manskóri, sum fór konsertferð í Baltalondunum. Í høvuðsstaðnum í Estlandi, Tallinn, er Olevista kirkjan, sum er uppkallað eftir Ólavi Heilaga, og her helt Tórshavnar Manskór konsert. Tað var ein serlig, kensluborin løta, at hoyra vakran sang í hesi vøkru kirkju, sum skal vera bygd í 12. øld.
Ólavsøkan 2013 verður sett í dag. Hon verður sett, sum hon altíð hevur verið sett, seinastu nógvu, nógvu árini. Skrúðgongan byrjar, sum áður nevnt, uppi í Nýggja kommunuskúlagarði, sum hann hevur verið nevndur, og gingið verður oman á Vaglið, við umparumpaprumpa tónum sum Havnar Hornorkestur spælir. Hesir gomlu tøfftøffarar sum kunnu skapa ein stemning sum kann minna um Nürnberg 1939.
Tað er Tóroddur Poulsen, sum málberð seg so speiksliga um Ólavsøkusetanina eitt árið herfyri. - Eg eri ikki heilt samdur við Tóroddi um hatta við stemninginum anno 1939, men umparumpaprumpa tónarnar frá Havnar Hornorkestri, haldi eg fá vildu verið fyri uttan, til skrúðgonguna hesar hátíðarløtur.
Skrúðgongan á Ólavsøku hevur nógv ár á baki. Havnar Hornorkestur er sett á stovn í 1903, men árið fyri, altso í 1902, vóru nakrir tónleikarar - 13 í tali - sum komu saman til regluliga venjingar, og síðst í apríl hetta árið, hevði orkestrið sína fyrstu almennu framførslu í gymnastiksalinum. Komandi sunnudagarnar vóru venjingarnar eisini almennar, og havnarfólk gleddu seg til at orkestrið ut á summarið fór at hava uttandura framførslur. Tað fyrsta, sum er at finna um nakra slíka framførslu, er á ólavsøku 1902, tá orkestrið marsjeraði gjøgnum býin og yvir á Skansan í samband við, at 50 ár vóru liðin síðani Løgtingið varð endurstovnað.
Sum nevnt, havi eg seinastu 40 árini sjálvur gingið við í hesum skrúðgongum, so at siga á hvørjum ári. Tað hevur altíð verið hugtakandi, og ikki minst, eitt sindur óttafult, at koma oman millum hesi túsundtals fólkini, sum eru samankomin at lýða á hvat verður sagt.
Nógvir talarar hava staðið á pallinum her og hugleitt um, og sett Ólavsøkuna. Hvør hevur látið við sínum nevi, og sagt tað, sum tey halda skal sigast til Ólavsøkusetanina. Hvørjaferð havi eg staðið og lítt á hvat sagt verður, og serliga undrast á dirvið hjá hesum fólkum, at koma fram fyri hesum fókaskara, at tosa um Ólavsøkuna og Ólav Hin Heilaga, sum doyði á Stiklastøðum ár 1030, oftani nógv sagt um Ólav, og aðratíðir minni.
Ólavsøkudag byrjar tingsetan, og Løgtingið kemur saman á fyrsta sinni eftir summarsteðgin. Í sambandi við at Tingið verður sett, ganga løgtingsfólk, embætisfólk og prestar skrúðgongu frá Tinghúsinum oman í Havnar kirkju, ið er dómkirkja Føroya.
Tann elsti av teimum ungu prestunum, ið áður ikki hevur prædikað á ólavsøku, prædikar ólavsøkudag. Í løtuni eru nógvir ungir prestar, ið ikki hava prædikað á ólavsøku, nú skiftið í prestastættini hevur verið stórt.
Í ár verður tað Hanus á Gørðum, sóknarprestur, ið prædikar. Hanus var prestvígdur í august 2007 og er prestur í Norðoya vestara prestagjaldi.
Eftir gudstænastuna verður gingið niðan aftur til Tinghúsið, meðan eitt væla kór av sangarum fagnar løtuni.
Hendan skrúðgongan er tekin um starv og samvinnu millum Løgtingið og kirkjuna, sum í hesum høpi fevnir alla kristnina í Føroyum. Henda gamla siðvenjan staðfestir, at kristindómurin er virðisskapandi og grundarlagið undir tí arbeiði, ið Løgtingið sum lóggevandi myndugleiki fremur.
Tórshavn, høvuðsstaður okkara, er karmur um Ólavsøkuna, og her savnast fólk í túsundatali at uppliva mangt og hvat.
Tað er eisini nógv at uppliva hesar dagar, har skipað verður fyri eini ørgrynnu av mentanartiltøkum, sum er fyri bæði yngri sum eldri. Hóast mentannin her á landi hevur verið fyri stórum skerjingum, so eru nógv, sum vilja gera tað fragasta tey kunnu, fyri at vísa okkara mentan fyri fremmandafólkunum, sum er komin at halda Ólavsøkuna saman við okkum. Mentannin er skorin inn á bein, og tiltøk hava verið sett í verk, fyri at gera vart við vánaligu støðuna. Fyri at taka úr mentannini hjá okkum, kann eg nevna tónleikin. Musikkskúlin her á landi hevur verið ein ótrúliga góð íløga hjá landi og kommunum. Tosa vit um at marknaðarføra Føroyar uttanlands, so eru tónleikararnir av allarbestu umboðsfólkum. Teir vinna sær størv á hægsta stigi uttanlands, og yngru næmingarnir, sum fara uttanlands at kappast, koma aftur við gullmerkjum, eftir gullmerkjum, og silvur- og bronsumerkjum eisini. Sum fráfarni formaðurin í Listasambandinum segði, so hevur seinasta árið mentanarpolitiskt verið eitt ræðuligt ár. Lat okkum vóna, at tíðirnar vera betri, so eitt nú musikkskúlin, og mentannin yvirhøvur, fær røttu karmarnar at arbeiða undir.
Verður hugt í Ólavsøkuskránna, síggjast mentannartiltøk av alskyns slag, sum eru runt allan býin. Tó sýnist, sum meginparturin er fluttur oman á Skálatrøð, har tilber at hava nógv tiltøk savnað á einum stórum stað.
Tað verður gjørt nógv fyri at vísa útlendsku gestunum okkara gestablýdni. Tey skulu helst fara heimaftur við hugsaninni um, at føroyingurin er fittur og blíður at vitja og mentan okkara er verd at síggja og hoyra. Tí nógv er broytt til tað betra, á hesum øki, seinastu nógvu árini
- Í National Geographic frá november 1930, skrivar ein Leo Hansen, at sivilatiónin ikki er komin til Føroyar. Hon finnur ikki rótfesti á baldrutu oyggjunum, og føroyingurin, sum hevur nokk at gera at berjast við vindin og havið, lítlan og ongan áhuga hevur í fremmandamanninum og hansara peningi. Hetta má so sigast at vera broytt seinastu áttati árini.
At føroyingurin so eisini er blíður og fittur at vitja og her er stórt gestablídni, kemur fram í bókini "Når engle spiller Mozart" frá 2003, hjá danska rithøvundinum, Lisbeth Nebelong,
"I Olaidagene er den i forvejen store færøske gæstfrihed uden grænser. Gæster, der selv medbringer drikkevarer, modtages måske nok med særlig varme, men der skeles ikke småligt til hverken nationalitet, social rang eller politisk observans. Alle døre og hjerter står på vid gab, og enhver, der har lyst, er velkommen inn á gólvið og spise, drikke og danse med."
Ólavsøkan er tjóðarhátíð Føroya. Úr øllum ættum kemur stór fjøld av fólki til høvuðsstaðin. Tað er rómur á fólki, gott lag og hugni. Lat tað eisini verða so hesa Ólavsøkuna.
Og við hesum fátaku orðum er Ólavsøkan 2013 sett. Takk fyri.