Kensluligu sveiggini vóru øgilig

Bæði málskjúttin og venjarin feldu tár, tá ið teir skuldu greiða frá, hvussu tað gekk fyri seg, tá ið teir sum fyrsta felag í Europa megnaðu at spæla seg í fjórða umfar í Europa League

Teir royna at lenda á Tórsvølli, har tað síðstu løtuna av álvara hevur kókað, hóast eingir áskoðarar vóru, tá ið tað eydnaðist B36 at vinna seg víðari í fjórða umfar í Europa League.

Michal Przybylski legði B36 á odda 1-0, og tað var hann, sum misnýtti brotssparkið, ið sá út til at kosta B36 luttøkuna í fjórða umfari í Europa League.

-Eg kann ikki fjala, at tey rullaðu eitt ella tvey tár, tá ið eg sá bóltin bresta í tvørtræið. Eg hevði frammanundan tikið støðu til, hvønn vegin eg skuldi senda bóltin, og eg hevði tikið avgerð um, at eg skuldi lyfta hann eitt sindur uppfrá. Men sjálvandi ætlaði eg ikki at raka tvørtræið, sigur Michal Przybylski.

Jákup á Borg, B36 venjarin, hevur ilt við at tosa fyrstu løtuna, tá ið hann er í samrøðu við Trónd Arge á FM1.

-Eg segði undan dystarbyrjan, at hetta fór at verða dystur við fleiri ymiskum løtum, og soleiðis var tað. Vit vóru omaná, og vit vóru undir, og vit reistu okkum aftur. Eg segði eisini, at okkum dámar væl, tá ið tað er drama, og tað skal eg meina, at vit fáu, sum vóru kring vøllin vóru vitni til drama. Soleiðis rokni eg eisini við, at tey, sum sóu dystin á Rás1, vóru vitni til drama, sum tað var.

-Eg noktaði at trúgva, at Rói Mørk Hentze ikki fór at bjarga í hvussu so er eitt brotsspark, og tað gjørdi hann, og so gekk tað soleiðis, sum tað gjørdi. Eg kann ikki rósa okkara dreingjum nóg nógv fyri tað, sum teir vístu í kvøld. Her er talan um øgiligt arbeið, og eg kenni meg rørdan og takksaman, at teir í kvøld fingu løn fyri stríðið, og vit eru allir sera fegnir um, at tað í kvøld runnu nakrar eyka krónur í felagskassan, sigur sera væl nøgdi og søguligi B36 venjarin.