Fótbóltur
Ein góður mánaður er farin aftur um bak, síðani Brian Kerr varð settur sum føroyskur landsliðsvenjari.
Tíðina síðani hetta hevur hann nýtt til at kunna seg um føroyskan fótbólt og – ikki minst – athugt eftir einari rúgvu av fótbóltsdystum. Ein av hesum var í Gundadali sunnudagin, har vit undan dystinum millum B36 og NSÍ fingu orðið á landsliðsvenjaran. Og vit spurdu hann, hvør hansara meting av føroyskum fótbólti var, nú hann ger seg til reiðar at taka út hópin, sum skal dystast við Serbia.
- Fyrst og fremst havi lagt til merkis entusiasmuna, sum er kring føroyskan fótbólt. Tað er nakað, sum eg ikki eri vanur við. Vanliga eru tað fleiri ítróttargreinar, sum hava stóran áhuga millum fólki, men her sær tað út til, at tað bara er fótbóltur, sum alt snýr seg um, hóast tað sjálvandi eisini er áhugi fyri øðrum ítróttum.
- Og eg eri fegin um tað arbeiði, sum verður gjørt innan fótbólti. Venjararnir leggja nógv fyri, og hvør sum ein vilja teir hækka støðið á føroyskum fótbólti. Sjálvt støðið er á leið tað, sum eg hevði roknað við. Tað er sjálvandi ikki tað sama, sum í stóru europisku ligunum, so eg veit, at uppgávan er trupul. Men við tí arbeiði, sum verður gjørt og við viljanum, sum øll hava, so haldi eg avgjørt, at vit kunnu hava vónir um framburð.
Eingin kollvelting
Um eina viku ella so fert tú at taka tín fyrsta bruttohóp út. Kann føroyski áskoðarin rokna við nøkrum nýggjum nøvnum í landsliðshøpi?
- Eg havi sjálvandi tosað nógv við Jens Martin Knudsen (hjálparvenjara, blðm.) og við Jógvan Martin Olse (fyrrverandi landsliðsvenjari, blðm.), og hann hevur verið mær ein sera stór hjálp – eins og allir aðrir venjarar hava verið tað. Ikki minst teir, sum í fleiri ár hava arbeitt við yngru landsliðunum. Menn sum Heðin Askham, Bill McLoud og Abraham Løkin hava eina sera stóra vitan, sum eg havi stóra gleði av.
- Men talan verður neyvan um nakra heilt stóra kollvelting. Sjálvandi havi eg fylgt væl við teimum ungu spælarum, sum hava gjørt var við seg sjálvar á U21-landsliðnum. Men eg vil sjálvandi eisini hava royndar spælarar, og har er tað spell, at fleiri av hesum ikki eru tøkir ella eru givnir á landsliðnum. Tað hava vit ikki ráð til, tí vit hava jú ikki ta størstu breiddina at velja útfrá.
- Tí tað snýr seg eisini um at finna røttu blandingina av yngri og eldri spælarum. Eg vil fegin hava góð úrslit her og nú, men vit mugu eisini arbeiða langsiktað, so vit skapa best møguligu menningina.
- Og so royni eg annars at brúka mína tíð sum best. Eg hevði ætlað mær at sæð allar spælarar, áðrenn fyrsta dystin móti Serbia, men praktiskt hevur hetta verið trupult. Til dømis er tað nærum ógjørligt at fara til Íslands at síggja Símun Samuelsen, uttan at eg skal vera burtur í eina heila viku. So í ávísum førum havi eg heldur valt at vera í Føroyum, har eg kann síggja 50 spælarar eitt og sama vikuskifti.
Spælarar mugu spæla
Tað hevur fleiri ferðir verið sagt, at vegurin til framburð hjá føroyskum fótbólti er at fáa spælarar uttanlands.
Hetta í sjálvum sær er Brian Kerr ikki ósamdur í, men hann heldur tað vera stórt spell, at fleiri av spælarunum ikki eru fastir menn á sínum liði.
- Í løtuni hava vit Christian Høgna, sum ikki spælir fast í AB. Jónas Tór Næs er ikki fastur maður hjá Hvidovre, Gunnar Nielsen er úti við skaða, og Atli Danielsen hevur verið leikbannaður fyri Frem. Sjálvandi er tað týdningarmikið, at spælarar eru í einum felag, sum gevur teimum avbjóðingar, men tað hevur eisini týdning, at teir spæla.
- Men trupulleikin er samstundis venjingarstøðan hjá okkara landsliðsspælarum. Tað er eitt risalop, tá vit skulu út at spæla landsdystir, og tað er nakað, sum vit mugu sera hart við. Vit kunnu ikki betra teknikk og talent, tá vit savnast í nakrar fáar dagar, so spælarar mugu ansa sær sjálvum, so teir eru nóg væl fyri.
- Tað krevur so eisini av spælarunum, at teir liva sera disciplinera, og eg má siga, at onkrir teirra hava skuffað meg eitt sindur í so máta. Tí spælarar, sum hava verið fastur partur av landsliðnum í fleiri ár, eiga at vera betur fyri, enn summir teirra eru í løtuni. Og nú er sera trupult at betra um hetta, tí dystirnir eru somikið tættir, og tá spælararnir samstundis arbeiða við síðuna av fótbóltinum, er ikki nógv tíð til venjing. Men hetta er so ein av tættunum, sum vit mugu arbeiða við, og sum kann betrast.
Og tað er væl ikki nakað, sum tú fært gjørt so nógv við her og nú ella upp á ein mánað ella so?
- Nei. Men sum spælari kanst tú altíð gera títt kortini. Við at eta rætt og liva rætt til dømis. Tað snýr seg um broyta fleiri smærri ting, soleiðis at tú kanst røkka tí stóra málinum. Og eisini hjá yngru spælarunum hevur hetta ovurstóra týdning. Yngru landsliðini hava eisini stórar og truplar uppgávur fyri framman, so tað krevur veruliga, at spælararnir vilja vera við, um teir skulu røkka nøkrum.
- Samstundis má eg siga, at eg eri imponeraður av onkrum av teimum yngru spælarunum. Sjálvt í gjár (leygardagin, blðm.), tá eg hugdi eftir HB og VB í 1. deild. Har vóru fleiri spælarar, sum sýndu sera góð evni.
Mynd: Brian Kerr