Kerry fekk dygga álitisváttan

Við 94 atkvøðum fyri og trimum ímóti samtykti amerikanska Senatið í gjárkvøldið at góðkenna John Kerry sum næsta uttanríkisráðharra landsins. Frammanundan hevði uttanríkisnevndin hjá Senatinum góðkent hann.

Tann 69 ára gamli Kerry er yvirhøvur væl umtóktur millum politikarar í báðum flokkum, og sum nakað serligt samtykti Senatið eina yvirlýsing, har Kerry fær rós fyri sítt arbeiði tey 28 árini, hann hevur verið senatorur.

John Kerry skal avloysa Hillary Clinton. Hon hevur leingi sagt, at hann fer at gevast nú, og eygleiðarar í Washington vænta, at hon fer frá fríggjadagin. Summir eygleiðarar halda, at hon fer at fyrireika seg til at stilla upp á forsetavalinum í 2016.