Kevin Costner ræðist tónleikaummælarar

Hann er ikki tann fyrsta Hollywood stjørnan, sum hevur kastað seg útyvir eina sangkarrieru. Men tann 56 ára gamli Kevin Costner er ein av teimum, sum í roynd og veru er vælumtóktur í tónleikavinnuni.

 

Síðani 2007 hevur hann ferðast runt við sínum bólki, og mikudagin vitjaði hann fyri aðru ferð í Danmark.

 

Nú hava hann og bólkurin framført fyri fleiri túsund áskoðarum kring heimin, og hóast hann hevur fingið vánalig ummæli viðhvørt, so kennir Kevin Costner seg kortini ikki illa í tónleikaheiminum.

 

-Vit hava verið væl móttikin kring allan knøttin. Fólk eru altíð blíð, sigur Kevin Costner sambært Ritzau.

 

Kortini viðgongur Costner, at hann stúrir fyri dóminum hjá ummælarunum eftir hvørja konsert.

 

Hann viðgongur tó, at hansara kenda andlit helst er ein av orsøkunum til, at fólk møta upp til hansara framførslur.

 

-Orsøkin til, at fólk koma til mínar konsertir er helst, at tey vilja síggja meg. Men í longdini koma tey eisini fyri at hoyra tónleikin, sigur Kevin Costner við Ritzau.

 

Spurningurin er so, um stjørnan frá Bodyguard og øðrum kendum Hollywood filmum leggur leiðina fram við Føroyar næstu ferð leiðin gongur til Norðurlond.