Kevin Schindler: Nógv talentir í Føroyum

Tað sigur nýggi hjálparvenjarin hjá HB, sum eisini gleðist um blíðskapin í Føroyum

Kevin Schindler er nýggjur hjálparvenjari hjá HB. Hann hevur spælt við Werder Bremen í Bundesliguni og á týska U21-landsliðnum. Í samrøðu við transfermarkt.de sigur hálparvenjarin at tað eru nógv talentir í Føroyum.

- Felagið ynskir at líkjast meiri einum fulltíðarfelagið. Nú er nýtt venjingarrúm og venjarar, sum arbeiða fulla tíð. Tað er eitt fet rætta vegin. Eg eri bilsin av dygdini hjá spælarum. Onkrir sum renna her kunnu spæla í triðjudeild í Týsklandi, sigur Kevin Schindler og leggur afturat:

 ##med2##

- Teir arbeiða fulla tíð og koma so til venjing. Tá heldur kanska at teir gremja seg, men so er ikki. Teir eru til reiðar at venja og taka alt til sín, sum tú kemur við, sigur Kevin Schindler.

Hann greiðir eisini frá, at orsøkin til at hann endaði í Føroyum var, at venjarin hjá eykaliðnum í Borussia Dortmund, har Kevin Schindler var upp á tal, kennir nýggja venjaran hjá HB, Jens Berthel Askou.

- Vit funnu skjótt útav, at vit høvdu fleiri líkanndi hugskot og tankagongdin passaði væl saman. Tað koma altíð at verða venjarar, sum hava betri taktiskt skil enn eg, men eg ynski at vinna á tí menniskjaliga økinum, sigur Kevin Schindler.

##med3##

Í samrøðuni heldur hann fyri, at føroyingar brúka einaa løtu at góðtaka útlendingar, men tá teir hava gjørt tað, so er ongin endi á hálpsemi og blíðsskapi.

- Nú havi eg boð á WhatsApp um at koma til døgurða, sigur Kevin Schindler við transfermarkt.de.

Kevin Schindler er 31 ára gamal og kundi havt spælt fótbólt í nøkur ár afturat, men valdi at gevast. Hann heldur millum annað fyri, at feløg eru givin at satsa upp á spælarar í eldra endanum, og at ov nógvir pengar kunnu verða ein forðing fyri menningini hjá ungum spælarum.