Kevin tosar út

 

Kevin Federline, fyrrverandi maðurin hjá Britney Spears, sigur nú frá søgu síni um poppstjørnuna.

Hann minnist væl, fyrstu ferð tey bæði møttust og forelskilsi: - Tað var ein fantastisk løta. Tað gekk upp fyri mær, at eg gav henni lív mítt uttan at stilla spurningar, sigur hann við People Magazine.

 

Børnini høvdu tó meira at siga fyri hann enn forholdið við Britney.

 

- Vit høvdu okkara trupulleikar. Eg royndi bert at fáa alt at koyra millum okkum, men hon tosaði ikki við meg og hon fór aftur um ryggin á mær og søkti um sundurlesan. Eg skilti púrasta einki av tí heila. Fyrsti spurningur mín til advokatin var ?Fari eg nakrantíð at síggja børn míni aftur??. Eg greiddi honum frá, at eg vildi brúka allar mínar pengar fyri at tryggja mær, at børnini høvdu tað gott. Tað var tað einasta, sum hevði nakran týdning fyri meg.

 

Í dag frøðist Kevin Federline um, at Britney aftur er væl fyri, so dreingirnir sleppa at síggja mammuna aftur.