Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum ávísum kostískoyti, sum fólk keypa á internetinum.
Talan er um »Vitamin B6 Pyridoxine« og orsøkin til ávaringina er, at tað er ov nógv B6 vitamin í tablettunum.
Talan er um Vitamin B6 Pyridoxine 100 mg. Við 100 tablettum í. Talan er um allar sendingar av hesum kostískoytunum, sama nær tað er gjørt.
Hetta er kostískoyti, sum fólk keypa á internetinum, men Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tað lýkur ikki krøvini um matvørutrygd. Orsøkin til tað er at tað er meiri B6 vitamin í tablettunum enn myndugleikarnir mæla til, at fólk fáa.
Og avleiðingin av tí kann vera, at tað kann vera heilsuskaðiligt at brúka hetta kostískoyti og tí eiga fólk at beina tað burtur.