Keypa íslending fyri metstóra upphædd

Íslendski Gylfi Sigurdsson verður dýrasta keypið hjá Everton nakrantíð

Tað hevur ljóða í rúma tíð, og í kvøld eru tíðindini váttaði. Everton er komið ásamt við Swansea um at keypa íslendskja stjørnuspælaran, Gylfa Sigurdsson, sum seinastu kappingarárini hevur verið klárt besti leikarin hjá Swansea. Tað skrivar enska fótbóltsheimasíðan SkySports.

 

Everton skal djúpt í lumman fyri at fáa fatur á íslendinginum. Everton rindar heili 45 milliónir pund, sum svarar til á leið 360 milliónir krónur fyri at fáa fatur á Gylfa Sigurdsson. Talan er um størstu upphæddina sum Everton nakrantíð hevur brúkt til eitt spælarakeyp.

 

Áðrenn Gylfi Sigurdsson kann avdúkast sum nýggjur Everton leikari, skal Gylfi Sigurdsson í morgin ígjøgnum læknakanning í Everton. Væntandi gongur hon tó ígjøgnum uttan trupulleikar, og síðani verður handilin veruleiki.

 

27 ára gamli Gylfi Sigurdsson skifti til Swansea í 2014 frá Tottenham. Swansea rindaði tá 70 milliónir krónur fyri íslendska leikaran.