Keypa tunnilin aftur fyri hálvan prís um 21 ár

Landskassin kann keypa Eysturoyartunnilin aftur fyri einar 700 milliónir um 21 ár

Hóast vit lata privata felagið, CIP, gera og  reka Eysturoyartunnilin, soleiðis sum ætlanin hevur verið, kann Landið altíð keypa Eysturoyartunnilin aftur frá felagnum

 

Tað staðfestir Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum í Sosialinum í dag.

 

Í sambandi við ætlanina at lata privata felagið, CIP, gera og reka Eysturoyartunnilin, hevur verið ført fram, at ein partur av sáttmálanum við felagið, er, at landið kann keypa tunnilin aftur fyri eina rímiliga upphædd, sum politikarar hava orðað seg.

 

Tøl vórðu tó ongantíð sett á , havt ein rímilig upphædd er og tað hava fólk forvitnast eftir.

 

Nú staðfestir landsstýrismaðurin í innlendismálum, at eftir avtaluni við CIP, kann landið altíð keypa tunnilin aftur.

 

- Tess fyrr, landið keypir hann aftur, tess dýrari verður hann. Men eitt nú kann landið keypa tunnlin aftur um 21 ár fyri áleið helvtina av tí, tað kostar at gera hann, ella fyri einar 700 milliónir, sigur landsstýrismaðurin.

 

Og gongur tað nøkunlunda, sum ætlað við tunlinum, fáa vit hann aftur fyri einki um 30 ár.