Keypt í sama timburhandli í 75 ár

Olaf Haldansen er 91 ár og býr í Vestmanna. Hann er snikkari og hevur verið tað alt sítt lív.

 

– Seks dagar um vikuna møtir hann til arbeiðis uttan fyri grønu hurðina á verkstaðnum á Bakkavegi í Vestmanna. Vit vóru og vitjaðu hann ein dagin.

Soleiðis skrivar Bygma Balslev Timburhandil á Facebook:

»Fyrsti ordrin hjá Olaf frá Balslev kom til Vestmanna í 1947. Tá var ongin vegur til Vestmanna, so tilfarið kom við skipi úr Havn. Timbur skal til, tí Olaf ger alskyns ymiskar uppgávur fyri sínar kundar. Trappur, køkar, skáp, myndarammur, møblaumvælingar, karmar og inndekningar eru bara nakrar av uppgávunum, sum Olaf rokast við um dagarnar. Gjøgnum árini hevur Olaf gjørt fleiri stórar uppgávur, eitt nú gjørdi hann snikkaraarbeiði fyri Koks, tá tey høvdu matstovu frammi við Gjónna við Leynavatn. Eisini var hann ein stórur veitari av trappum til Fjarðahús eins og trappur til fleiri onnur hús 

 

##med2##

Nógv er broytt, síðan Olaf byrjaði sum snikkari. Tá gjørdi man alt við hond, nú brúkar Olaf, sum flestu aðrir handverkarar, maskinur og smart amboð. Tó letur Olaf seg ikki lokka við allari tøkni. Telduna hevur Olaf nemliga ikki tikið til sín enn og væntar heldur ikki at fara at brúka teldu. Men sum Olaf sigur, hví broyta nakað sum riggar fínt?

Hóast Olaf er 91 ár, gongur hann teinin frá heimi sínum á Gerðisvegi og út til verkstaðið á Bakkavegi, og nógvir Vestmenningar munnu hava sæð ella hitt Olaf á dagliga teininum. 

Sjúkradagarnir gjøgnum hansara 75 ár sum snikkari kunnu teljast á einari hond. Olaf hevur onga konu og skemtaði við, at tað kanska er tí, at hann heldur sær so væl 

Olaf er ein sera jaligur maður, og hóast tað ikki altíð hevur verið lætt, so heldur Olav høvdinum høgt og stríðist hvønn dag. 

Í 1988, bara 20 ár eftir, at verkstaðið var bygt, brann tað niður. Meðan nýggja verkstaðið bleiv bygt, lænti Olaf onnur høli fyri at halda virksemi í gongd. Í dag er Olaf sera stoltur av verkstaðið sínum og øllum tí hann hevur megnað.

Gjøgnum síni 75 ár sum snikkari hevur Olaf ikki havt minni enn 12 lærlingar, sum allir hava verið sera dugnaligir handverkarar. Fleiri teirra hava enn samstarv við Olaf og koma á gátt at vitja – bæði hoyra og fortelja søgur frá handverkaravinnuni. 

Olaf fekk eina stóra kurv við kaffi og góðgæti sum takk fyri dygga hansara loyalitet gjøgnum árini. Olaf var glaður fyri vitjanina og gávuna.«