Tá flogfarið hjá Atlantic Airways lendi í Vágum seinnapartin í gjár og ferðafólkini spakuliga tóku viðføri við sær og fóru avstað, bleiv ein 38 ára gamal maður afturhildin av tollarunum.
Tað vísti seg, at maðurin hevði smuglað 181,4 gramm av hassji innvortis.
Í rættinum í dag kravdi ákærin, at hann varð dømdur fyri at hava smuglað hassj í samráð við onnur. Á flogvøllinum lat maðurin tollarunum telefon sína, og kannaðu teir tí innihaldi á henni. Millum annað funnu teir eini boð frá seinast í apríl mánað, sum ákærdi hevði skrivað, um at nú var upp á tíðina, at onkur skaffaði hesum fólkunum hassj.
Ákærdi var farin niður undan vikuskiftininum í tveimum ørindum: at vitja familju og at keypa hassj, greiddi hann frá. Hann hevði keypt hassji á Christiania og stutt áðrenn fráferð úr Kastrup mánamorgunin, hevði hann pakkað hassji í smærri bóltar og trýst teir upp í seg.
Í rættinum vildi ákærdi vera við, at hatta bara var fullamannaprát, men ákærin tók hetta sum prógv um, at maðurin ikki handlaði einsamallur. Hann játtaði eisini, at hann hevði møtt vinfólki, meðan hann var niðri, men noktaði fyri, at tey høvdu nakað við smuglingina at gera.
Maðurin hevur verið arbeiðsleysur í eina tíð, og ákærin spurdi tí, hvaðani peningurin at keypa hesi stívliga 200 grammini kom frá. Maðurin greiddi frá, at hann hevði fingið eitt sindur av peningi aftur í skatti, umframt at hann hevði fingið feriupengar. Tí hevði hann eitt sindur av peningi at keypa fyri.
Hann ætlaði at brúka okkurt um ein triðing av hassjinum til egið brúk og so selja restina víðari. Nú hann varð tikin í tollinum, viðgekk hann, at hann stóð púra á berum fíggjarliga.
Við tað, at maðurin játtaði seg sekan í at hava smuglað hassji, gjørdust partarnir í málinum samdir um at viðgera málið liðugt í rættinum.
Ákærin bað um, at rætturin fylgdi føstu leiðreglunum frá landsrættinum, um at smugling av eini størri nøgd av hassji til Føroya skal føra til treytaleysa fongsulsrevsing. Hon segði, at vanliga hevði hon biðið um 40 daga fongsulsrevsing, men kundi góðtaka, at dómarin lækkaði revsingina eitt vet, tá maðurin hevði játtað seg sekan og annars samstarva við løgregluna eftir handtøkuna.
Verjin heitti á dómaran um at gera fongsulsrevsingina treytaða, við tað at hetta var fyrstu ferð, at maðurin varð steðgaður fyri at smugla, men helt annars at revsingin ikki mátti vera hægri enn 30 dagar.
Dómarin segði, at Landsrætturin hevur greitt staðfest, at royndir at smugla hassj til Føroya skulu revsast við treytaleysari fongsulsrevsing. Okkurt undantak kann gerast, segði hann, men í hesum málinum var einki, sum kundi tala fyri tí.
Maðurin varð tí revsaður við 30 daga fongsulsrevsing, umframt at hann skal rinda sakarmálskostnaðin. Harumframt bleiv hald sum vera man lagt á rúsevnini.