Løgreglan fekk í gjár fráboðan um, at ein arbeiðsmaður hevði verið í Elding og keypt eina faratelefon og annað í hesum sambandi við 22.000 krónur og sent rokningina til arbeiðsgevaran.
Talan var um útlending, sum var í arbeiðsklæðum frá viðkomandi arbeiðsgevara. Men hann var kortini farin úr starvi og fór av landinum beint aftaná. Tá arbeiðsgevarin fekk rokningina, tá var maðurin langt av landi skotin.
Løgreglan kannar nú hetta málið nærri.